Belgia við teimum nógvu stjørnunum á liðnum setti í dag hol á sítt HM-endaspæl, tá ið teir skuldu spæla ímóti Panama í bólki G, har Ongland og Tunesia eisini eru í. Dysturin byrjaði seinnapartin kl.16.00, og hetta var fyrsti dysturin hjá Panama í einum HM-endaspæli yvirhøvur.
Eitt verjukent og ógvuliga stríðshugað Panama gjørdi tað trupult fyri Belgia í fyrra hálvleiki, sum ikki fekk skapt teir heilt stóru møguleikarnar og mest royndu seg í hvør sínum lag eitt nú við Chelsea-stjørnuni Eden Hadzard. Tað var 0-0 í hálvleikssteðginum.
Ein hómaði eitt vet av ótta fyri, at hetta var dagurin, har Belgia ikki fór at finna vegin til málið, men hesin óttin varð sparkaður til viks við einum dundurskoti bara tveir minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið Dries Mertens fluktaði bóltin inn við handaru stong til 1-0 til Belgia.
Panama megnaði ongantíð at hótta leiðsluna hjá Belgia, og heldur var tað Manchester United-áleyparin, Romelu Lukaku, sum við tveimum málum syrgdi fyri, at Belgia vann dystin 3-0 og hevur fingið eina ynskiliga byrjan upp á HM-endaspælið.
Seinni dysturin í bólki G verður í kvøld kl.19.00, tá ið Ongland spælir ímóti Tunesia.
Belgia – Panama 3-0 (0-0)
1-0: Dries Mertens, 47.
2-0: Romelu Lukaku, 69.
3-0: Romelu Lukaku, 75.