Fótbóltur
Eingin ivi er um, at fyrri dysturin millum júst NSÍ og AB við Løkin í ár stendur fast í minninum hjá báðum pørtum. Hetta var dysturin, har AB við einum teprum 1-0 sigri staðfesti, at teir á ongan hátt vórðu lættir at syfta í ár, meðan tað hjá NSÍ var talan um trý stig, sum væl kundu mangla í roknibókini eftir kappingarlok.
Og seinasta tesan stendur framvegis sterk í myndini, hóast tað í gjár eydnaðist NSÍ at basa argjamonnum. Enn tá sannførandi.
Trýstu AB í botn
Sigurin varð grundaður í fyrra hálvleiki, tá NSÍ sat á mest sum øllum.
Spælið gekk fyri tað nógva fyri seg á AB-hálvuni, og runavíkingurin í málinum hjá AB hevði á ongan hátt nakrar serliga róligar arbeiðsumstøður.
Og um miðjan hálvleikin skrædnaði eisini. Karoly Potemkin hevur ikki verið so sjónligur seinastu mongu dystirnar, eftir at hann annars byrjaði kappingarárið við buldur og brak, men hann var tó maðurin, sum fekk sent NSÍ á sigurskós. Og tá Bogi Løkin seinni økti eftir gott forarbeiði frá Jann Inga var luftin mest sum farin úr AB.
NSÍ helt á at trýsta, men AB kveikti tó eina lítla vón, tá Nikolai Eriksen minkaði um munin bara fimm minuttir undan steðginum, men løtu seinni var aftur galið, tá Bogi Løkin stóð einsamallur við handara stólpa eftir innlegg úr høgru.
Kapprenning um Svangaskarð
Sigurin ber við sær, at NSÍ framvegis hevur møguleikan at tryggja sær atgongd út í Europa. Talan er tó um harða kapprenning við grannarnar av Toftum, og bara tað í sjálvum sær eigur at vera nóg mikið til at tendra runavíkingar heilt nógv.
Seinasti dysturin hjá NSÍ verður í Fuglafirði, og skulu trý stig fáast úr tí dystinum er neyðugt, at avrikið verður á minst sama støði, sum tað var við Løkin sunnudagin. Samstundis skulu toftamenn á útivølli royna seg móti B36, sum í minsta lagi skal hava eitt stig fyri at køva niðurflytingarvandan fullkomuliga.
Gongur tann kabalin upp, so er árið at kalla bjargað í Runavík, men tað skerst ikki burtur, at tey í ár hugsa um nógvar møguleikar, sum eru mistir á heimavølli. Ikki minst tann móti AB.