Spent upp á um stevnan bleiv

Altjóða fíggjarkreppan gjørdi, at fyrireikararnir ikki vóru heilt vísir í, um FaroEXPO varð veruleiki í ár, men endin gjørdist, at fleiri luttakarar eru við í ár enn í fjør

FAROEXPO

Rannvá Troest er ein av fyrireikarunum til FaroEXPO, og vit spurdu hana, hvussu tilmeldingin hevði verið til ráðstevnuna í ár.
- Hon hevur verið betri enn væntað. Tá vit byrjaðu at arbeiða við ráðstevnuni fyri í ár, so var nógv tos um fíggjarkreppuna, sum herjar um allan heim, og tí hugsaðu vit nógv um, hvørt tað mundi fara at bera til at gera eitt partneriat í ár ella ikki. Men tað vísti seg, at tá avtornaðí høvdu tríggjar fleiri fyritøkur meldað til í ár, so vit hava havt ein støðugar vøkstur øll fimm árini, sigur Rannvá Troest.
Hon dylir tó ikki fyri, at málið er at koma upp á eitt stað millum 70 og 100 fyritøkur í framtíðini.
Samlaða talið av luttakarum í ár er 53, og av teimum eru 35 føroyskar og hinar 18 so útlendskar.
- Tað hevur verið eitt sindur av broyting í tilmeldingini í ár. Tað hevur verið ett sindur torførari at fáa tær donsku fyritøkurnar at melda til í ár, sjálvt um tær hava átt størsta talið av útlendskum fyritøkum og eiga tað enn, sigur Rannvá Troest.
Hon viðgongur, at tað hevur verið truplari í ár at fáa ráðstevnuna av bakkastokki, men hinvegin hava tey so fingið ein nýggjan marknað.
- Tað eru fýra íslendskar fyritøkur við í ár umframt íslendska útflutningsráðið, so tað er spennandi, sigur Rannvá Troest.
Hon hevur eisini sína meting um, hví íslendskar fyritøkur hava valt at verið við á FaroEXPO á fyrsta sinni í ár.
- Tað er uttan iva støðan í Íslandi í løtuni, sum ger tað. Teir royna at finna nýggjar marknaðir og nýggjar samstarvspartnarar. Teir kenna seg tryggjar á føroyska marknaðinum og millum føroyingar sum heild, sigur Rannvá Troest.

Drúgv fyriskipan
- Ráðstevnan er skipað sum eitt partneriat, á sama hátt sum eitt nú Travel Mart.
Tað gongur fyri seg á tann hátt, at fyritøkurnar gera avtalur um stuttar fundir saman, einar 20 minuttir ella so. Hendan ráðstevnan er kortini eitt sindur breiðari enn til dømis Travel Mart, sigur Rannvá Troest.
Men allar slíkar stevnur krevja drúgva fyrireiking.
- Tað gongur ein vika eftir at ráðstevnan er endað, so halda vit ein eftirmetingarfund í stýrisbólkinum aftan fyri FaroEXPO, sum er samansettur av umboðum fyri Runavíkar kommunu og Eysturoyar Vinnulívsfelag. So verður sett út í kortið, nær næsta stevna skal verða og taka avgerðir um framtíðina, sigur Rannvá Troest.
Tað fyrsta, sum verður farið í holt við, er at fáa stuðlarnar upp á pláss.
- Síðani verður send kunning út til tær fyritøkurnar, sum vit vænta kunnu verða við komandi ár, so arbeiðið við FaroEXPO fer fram alt árið, sigur Rannvá Troest.
Tað er kortini ikki fyrr enn frá apríl mánað og úteftir, at tað veruliga merkist á arbeiðsplássinum, at arbeitt verður við FaroEXPO.
Hetta sum nevnt fimta árið, at Virkisráðgevingin skipar fyri FaroEXPO.
- Tað er jú greitt, at vit sum árini eru gingin eru vorðin betri til at skipa fyri, og tað hevur gingið ótrúliga væl síðani vit byrjaðu. Tað hava næstan ongar broytingar verið í skránni, og tað merkir, at vit eru vorðin betri at seta tingini saman, sigur Rannvá Troest.