Í gjár fóru sjey av okkara bestu fimleikarum til Halmstad í Svøríki, at vera við í kappingini um norðurlandska meistaraskapið í amboðsfimleiki.
Teir sjey fimleikararnir eru Øssur D. Eiriksfoss, Bogi Berg, Aron Jacobsen, Rani Allansson Dalsgarð, Katrin Wardum, Anita S. Davidsen og Lív B. Árting. Venjari hjá dreinginum er Valery Savins og Alida Savina venur genturnar.
- Fimleikarar, sum eru við í hesu kapping, eru góðir fimleikarir og tí verður tað sera spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at standa seg, sigur Fimleikasambandið. Kappingin verður í morgin hósdagin og fríggjadagin tann.17 og 18.apríl.
Men tað eru ikki bert fimleikarar sum eru farnir úr Føroyum til Halmstad. - Vit hava ikki færri enn tríggjar dómarar við í kappingini, sigur Fimleikasambandið.
Dómarar eru Pól Esper H. Hansen, Elinborg Tróndardóttir Durhuus og Anna Margit Thomsen.
Til ber at fylgja við kappingini her: http://score.sporteventsystems.se/default.aspx
Myndin er av fimleikarum og venjarum.
|









