Spenningurin um evruna økist

Spenningurin um, hvørt danir siga "ja" ella "nei" til evruna hósdagin økist fyri hvønn dag, ið gongur. Ja-síðan tekur seg inn á nei-síðuna, og tey sum ivast koma at avgera, um danir ? og møguliga føroyingar við ? skulu hava nýtt gjaldoyra.

Meiningakanningarnar seinastu dagarnar hava givið ja-síðuni alsamt størri undirtøku, meðan nei-síðan hevur mist nakað av stóra muninum, sum hon hevur havt seinastu tíðina. Stovnarnir, sum gera meiningakanningar fyri donsku fjølmiðlarnar, lodda dýpið fleiri ferðir um dagin.


Meiningakanningar hjá Gallup og Megafon vístu í gjár, at munurin millum ja- og nei-síðuna er ávikavist fýra og fimm prosent. Í Gallup-kanningini siga 46 prosent av teimum spurdu seg fara at atkvøða nei, meðan 42 prosent fara at atkvøða fyri evruni. 12 prosent av veljarunum ivast framvegis. Í Megafon-kanningini siga somuleiðis 42 prosent ja, meðan 47 prosent fara at siga nei. 11 prosent ivast framvegis. Men ikki nóg mikið við tí. Stovnarnir kanna eisini, hvussu rákið er millum teirra, sum ivast. Og har kann ja-síðan fegnast um, at størsti parturin hellur seg mest til eitt ja.


Sostatt verða tað helst tey, sum ivast, sum koma at verða tungan á vágskálini, tá ið atkvøðurnar verða taldar hóskvøldið.


Ja-síðan við danska forsætisráðharranum á odda er ikki fallin í fátt enn, og nei-síðan kann heldur ikki kenna seg trygga enn. Í gjárkvøldið var seinasti stóri valfundurin hjá Danmarks Radio, har allir floksformenninir luttóku, og dagin í dag fara flokkarnir at brúka uppá seinasta hálið. Slagið er ikki tapt hjá nøkrum av pørtunum, fyrr enn valhølini lata aftur klokkan 20 hóskvøldið.