Vágbingar og hinir, ið eru við til at manna besta liðið hjá FC Suðuroy, ætla sær ikki at dvína í kappingini um at sleppa undan at flyta niður úr næstbestu deildini.
Fyri einari viku síðani vann FC Suðuroy 5-2 á heimavølli ímóti NSÍ. Í dag hevði FC Suðuroy vitjan av EB/Streymi, og aftur í dag var talan um heimasigur við trimum málum. FC Suðuroy vann 4-1 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.
Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy nú er javnt í stigum við KÍ, og at FC Suðuroy við frægari málmuni er á níggjunda plássi, og at KÍ er á tíggjunda plássi. Tað eru tvey stig fram til HB og trý stig fram til EB/Streym.
Ari Krosslá Poulsen setti hol á fyri heimaliðið eftir upplegg frá Salmundi Bech. Tá vóru smáir 10 minuttir farnir, og hetta var fyrsta málið í ár, sum Ari Krosslá Poulsen hevur skorað. Seks minuttir undan steðginum økti Reidar Dahl Joensen um leiðsluna til 2-0.
12 minuttir eftir steðgin økti Fríði Holm um munin til 3-0. Uppleggið átti Ivan Zivkovic. Hetta var sætta ferðin í ár, at Fríði Holm var málskjútti.
Tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki umsetti Ragnar B. Danielsen brotsspark til mál, og so var 3-1. Tað restaðu 20 minuttir, tá ið Heri Kjærbo eftir horna úr vinstru staðfesti 4-1 heimasigurin á Vágseiði.
Hetta var einasti dystur í næstbestu deildini í dag. Í morgin verður ein dystur - Víkingur og B36 - og týsdagin verður ein dystur - KÍ og AB.
Um eina viku fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti HB, og tá fær EB/Streymur vitjan av B71.
Skála | 17 | 12 | 1 | 4 | 40 | 19 | 37 |
NSÍ | 19 | 10 | 2 | 7 | 43 | 36 | 32 |
Víkingur | 18 | 9 | 2 | 7 | 45 | 32 | 29 |
B71 | 18 | 9 | 2 | 7 | 39 | 30 | 29 |
AB | 17 | 8 | 4 | 5 | 35 | 28 | 28 |
B36 | 18 | 7 | 4 | 7 | 30 | 35 | 25 |
EB/Streymur | 19 | 7 | 1 | 11 | 32 | 44 | 22 |
HB | 19 | 7 | 0 | 12 | 27 | 43 | 21 |
FC Suðuroy | 18 | 5 | 4 | 9 | 31 | 42 | 19 |
KÍ | 18 | 5 | 4 | 9 | 24 | 36 | 19 |