Spenningurin millum Bretland og Iran veksur

Tony Blair, forsætisráðharri, hóttir við ?næsta stigi?, letur Iran ikki teir 15 bretsku herflotamenninar leysar. -Eg vóni, at vit kunnu fáa iranar at skilja, at teir eiga at lata herflotamenninar sleppa haðani. Men eydnast tað ikki, fara vit at taka næsta stig, segði bretski forsætisráðharrin í gjár.

Spurdur, hvat hann sipaði til, svaraði hann stutt:

-Tað fáa vit at síggja.

Iranska stjórnin svaraði alt fyri eitt. Ein talsmaður hjá stjórnini í Teheran segði, at orðalagið hjá Blair bøtir ikki um støðuna.