Spenningurin øktist

Oddabrakið á Hálsi vísti seg veruliga at gerast eitt brak, har tey bæði fremstu liðini í landinum endaðu við at býta stigini ímillum sín í einum sera spennandi dysti

 

Dysturin á Hálsi millum Neistan og VÍF skuldi vísa seg at hava alt tað, sum ein veruligur oddadystur eigur at hava.

Hetta var ein dystur har fýra frálíkir málverjar kappaðust um at gera fram úr góðar bjargingar. Ein dystur har skjúttarnir hjá báðum liðunum gjørdu sítt til at skjóta flestu málini og ein dystur, har allir leikarar á báðum liðum góvu tað teir høvdu, til tess at tryggja sær framhaldandi sess á ovastu rók á stigatalvuni.

Fyrst og fremst var hetta tó ein dystur millum tey bæði sterkastu liðini í landinum, og hetta var eisini ein staðfesting av, at tað í løtuni helst ikki eru nøkur lið, sum skulu gera sær vón um at broyta stórvegis um hetta.


Sterkir málverjar

Um sjálva dystargongdina er annars at siga, at talan alla tíðina tóktist at vera um ein javnan dyst. Frá fyrsta dómarabríksli var greitt, at hvør tann einasti leikarin á teimum báðum liðunum var uppsettur til uppgávuna, og tað varð ongan tíð soleiðis, at leikarar ótarnaðir sluppu ígjøgnum verjuna.

Kanska var tað VÍF, sum hevði tað kvikasta álopsspælið, og sum ikki einaferð, so var tað serliga Ingi Olsen, sum gjørdi um seg í so máta, men Neistin stóð tó als ikki máttleysur mótvegis hesari avbjóðingini. Vanligu stórkjúttarnir, Jacob Jónsson og Heini Joensen, gjørdu kanska ikki so nógv um seg hesa løtuna, men í Áka Mørk hevði Neistin leiakrin, sum fram um hinar kundi fylgja við í málskjótingini. Eisini hóast hann til tíðir nýtti dekan ov nógv skot at vinna bóltin fram við einum sera væl leikandi Eli Müller í VÍF málinum, sum als ikki vildi standa aftan fyri íslendska starvsfelaganum í hinum endanum.


Ymsar orsøkir

Verður sæð burtur frá teimum báðum spælskiparunum, so tóktust verjurnar og ikki minst málverjarnir at hava sera gott tak á bakspælarunum hjá báðum pørtum í fyrra hálvleiki, og tá Neistin tíðliga í seinna hálvleiki fór at mansverja Inga Olsen kundi verið líkt til, at størsta álopshóttanin hjá meistarunum var skúgvað til viks.

Soleiðis gjørdist tó ikki, og vóru orsøkirnar til hetta tvinnar. Onnur var at Daniel Rápa, sum endiliga tykist vera komin fyri seg eftir enn ein drúgvan skaðasteðg, og hin var so, at VÍF í Rógva Nielsen hevur ein av landsins bestu strikuspælarum.

At Ingi varð mansvardur, gav sum vera man betri pláss millum teir fimm eftirverðandi leikararnar, og serstakliga dugdu Daniel og Rógvi at gera sær dælt av hesum. At Rógvi av strikuni stóð fyri seks málum, sigur eitt sindur um álopsdygdir hansara, og tá tað so verður lagt afturat, at øll hesi vórðu skotin innan seinastu 20 minuttirnar, sigur tað ikki so lítið um týdningin, sum strikuspælið hevði fyri VÍF hesa løtuna. Ikki minst, tá Sámal Joensen ongan tíð fekk nakað glið á málskóting sína.

Tað hevur ætlaði stórskjúttin hjá Neistanum, Heini Joensen, heldur ikki havt hetta kappingarárið, men í seinna hálvleiki fór brádliga at glógva hjá honum. Hetta viðførdi eisini, at álopsspælið hjá Neistamonnum gjørdist breiðari, minni ábyrgd lág á herðunum á einstøkum spælarum, og spakuliga tóktist tað sum um, at Neistin var í ferð við at vinna sær eitt lítið yvirtak.


Javnt í endanum

Yvirvágin gjørdist tó ongan tíð sjónlig á máltavluni, har liðini bæði skiftuast um at hava leiðsluna. Tað lítkist tó einari avgerð, tá vestmenningar vunnu seg upp á 28-26 bert hálvan annan minutt fyri leiklok, men heimaliðið svaraði tó aftur, og tá so Daniel Rápa overvaði seg í at avgera dystin hálvan minutt fyri leiklok, hevði heimaliðið brádliga møguleika at avgera dystin. Hetta varð tó av ongum, og hóast VÍF hevði eini fimm sekund til eina seinastu álopsroynd, so fekk Jacob Jónsson effektivt bremsa hesari við at senda seg sjálvan á beinkin seinastu sekundini, soleiðis at VÍF bert hevði eitt fríkast á miðjum vølli at avgreiða, tá hallarfloytan ljóðaði fyri seinastu ferð.


Verður spennandi

Enn er kanska dekan ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu um, hvussu kappingarárið fer at hilnast í vetur, men dysturin gav tó greiðar ábendingar um, at talan í øllum førum verður um størri spenning enn í fjør, tá VÍF rann frá alt og øllum longu í grundspælinum.

Vestmenningar hava kanska heldur ikki somu styrkina, sum teir tá høvdu, og ikki minst er saknurin í Áka Olsen og Piddi Negru stórur. Serstakliga tá eftirverðandi bakspælararnir ikki høvdu nakra veruliga ferð á sínum spæli.

Hjá Neistanum man tað í øllum førum kennast hugaligt, at teir soleiðis megnaðu at spæla upp til vestmenningarnar, og hóast liðið enn er spildurnýtt ? og tískil ikki nóg væl samanspælt ? so hómaði tú í løtum, at talan kann gerast uim ein komandi meistara.

Málverjarnir eru stinnir, eins og bakspælarar og vengurnir eru sera sterkir. Skal nakar veikleiki finnast, er hesin helst í strikuspælinum, har liðið ikki hevur nakran veruligan strikuspælara, men ístaðin er noytt at umskúla bakspælarar.

Alt hetta eru tó lutir, sum til ber at arbeiða við, og ikki minst tykist tað spennandi hjá bláa liðnum, at hópurin nú eisini telir John Petersen.

Kanska er hetta seinasti trumfurin, sum skal til, fyri at koppa vestmenningum, men hinvegin eiga meistararnir sjálvir nakrar trumfar eftir.

Spennandi verður tað í øllum førum at fylgja við, hvussu leikur fer at fara hjá teimum báðum oddaliðnum í vetur.


Dysturin í tølum:

Neistin-VÍF 28-28 (13-13)

Málskjúttar:

Neistin: Heini Joensen 7(2), Áki Mørk 6, Jacob Jónsson 3, Elmar Ósá 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Kári Mortensen 2, John PEtersen 2, Ári Rouch 1

VÍF: Ingi Olsen 9(2), Rógvi Nielsen 6, Sámal Joensen 3, Agnar Joensen 3, Johnny Joensen 2, Ragnar Zachariasen 2, Harald Bjørgvin 1, Daniel Rápa 1

Brotskøst: Neisitn 2, VÍF 2

Útvísingar: Neistin 2, VÍF 3

Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Dugdu alt fyri eitt at seta spælarunum greið mørk, og viðvirkaði hetta til, at talan ongan tíð gjørdist um eina somikið torføra uppgávu, sum ein slíkur dystur ofta verður.