Meiri enn tveir mánaðir eru farnir, síðani farið var undir Prix Føroyar kappingina. Yvir tríati bólkar hava tikið lut, og nú hava dómararnir sílað átta bólkar frá, sum leygarkvøldið fara at kappast í sjálvari finaluni.
Bólkarnir
Teir átta bólkarnir, sum fara á pallin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, eru bæði kendir bólkar, men eisini ókendir bólkar.
Taxi er ein tann kendasti bólkurin, hóast hann ikki er so nýggjur. Nakrir av limunum í Taxi, Kim Hansen og Kaj Johannsen, hava áður vunnið Prix Føroyar við Moirae, og nú skulu tær við øðrum royndum tónleikarum sum Magnus Johannsen og Jón McBirnie royna at endurtaka hetta við Taxi. Manningin í Taxi er helst tann royndasta av teimum átta manningunum, sum skulu royna seg í finaluni.
Tangz úr Havn er ein av teimum minni kendu bólkunum. Ikki tí, tveir av limunum í bólkinum, Hallur Johannsen og Rókur Jakobsen, mannaðu áður bólkin Lokum, sum gjørdist heimskendur í Føroyum við løgum so sum "Charlie". Tangz er ein ungur og spennandi bólkur, sum vit uttan iva fara at hoyra meira til í framtíðini.
MC-Hár er ikki nakað ókent navn í Føroyum, hóast meginparturin av bólkinum er búsitandi í Danmark. Við karismatiska Niels Una Dam á odda saman við Allani Mortensen, eru áskoðararnir altíð vísir í at fáa eina serliga uppliving, tá ið MC Hár er á palli. MC Hár er ein av trimum bólkum í finaluni, sum hava givið fløgu út.
Clickhaze úr Eysturoynni tók fullkomiliga allar áskoðararnar á bóli, tá ið tey vunnu undanumfarið í Miðvági. Bólkurin spældi framúrskarandi tónleik, ið fevndi um alt frá rappi til melodiøsan rokk. Tveir av limunum í Clickhaze, Petur Jensen og Bogi á Lakjuni, eru eisini við í bólkinum Visible Fish.
Visible Fish eru ikki heilt ókendir. Teir hava givið út fløguna "Doing Lounge Jesus", og eftir hvat Yngd hevur frætt, so er ein nýggj fløga ikki so langt burtur. Bólkurin spælir eyðkenda 90'ara tónleikin, og tónleikurin hjá teimum leiðir tankarnar yvir á bólkar so sum U2 og Red Hot Chili Peppers. Visible Fish hevur áður roynt seg í Prix Føroyum, men hetta er fyrstu ferð, at teir hava spælt seg í finaluna.
Diatribes vann undanumfarið á Strondum, og tað var heldur óvæntað. Í bólkinum eru tveir tónleikarar, ið eisini hava spælt seg í finaluna við einum øðrum bólki. Tað eru sangarin Rókur Jakobsen, sum eisini skal syngja í Tangz, og so er tað bassleikarin Heri Reynheim, ið var við MC Hár í Miðvági. Diatribes spælir melodiskan rokk, sum er sera væl dámdur millum áhoyrararnar.
Flux er eitt púra óskrivað blað í føroysku tónleikaraverðini. Manningin er bæði úr Eysturoynni og Streymoynni, og at teir skulu vinna sær eitt finalupláss á Tvøroyri, kom ógvuliga óvart á teir. Bólkurin spælir tann eyðkenda 90'ara tónleikin, sum nú av álvara tykist at hava vunnið frama á føroyska tónleikamarknaðinum.
Kjølar er kanska kendasti bólkurin, sum fer á pallin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Bólkurin, sum hevur manning úr Kollafirði, Havn og av Sandi, hevur givið út eina fløgu og eina EP. Tá seinasta Prix Føroyar var, gjørdist bólkurin nummar tvey, og í ár ætla teir sær so at vinna kappingina. Tað er ein smeitur fyri bólkin, at manningin í løtuni er búsitandi bæði í Danmark, Svøríki og Føroyum, so teir fáa ikki vant nógv saman.
Góð blanding
Tað er lítið yvir at dylja, at tað verður sera spennandi at verða í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Einki er at ivast í, at stúgvandi fult verður av fólki, og tað er ógvuliga trupult at meta um, hvør ið fer at vinna kappingina.
Stuttligt er at staðfesta, at tað er ein góð blanding av kendum og minni kendum bólkum, royndum og minni royndum tónleikarum, ið fara á pallin leygarkvøldið at royna seg.
Yngd verður sjálvsagt á staðnum, og í blaðnum í komandi viku fara vit at hava okkurt frá finaluni. Stór frásøgn frá Prix Føroyar finaluni verður sjálvsagt í Sosialinum týsdagin.