Talan er um sera avgerandi dystir í bæði Vági og Vestmanna í Sunset-kappingini í dag.
Spenningurin hevur her mest snarað um, hvør skal fylgja Stjørnuni í finaluna, og hvør ið skal eina deild niður at spæla komandi ár.
Og báðir spurningarnir kunnu mest sum svarast í dag. Vinnur VB heimadystin móti Neistanum, er í øllum førum trupult at síggja, hvussu tær bláu skulu vinna seg aftur á VB, og tí fara báðir partar óivað at leggja sera nógv fyri í tí dystinum.
Og í Vestmanna verður spenningurin somuleiðis stórur, tá StÍF vitjar. VÍF hevur havt tað tungt í ár, og tær eru dotnar nakað afturum Kyndil og StÍF í botnstríðnum. Og nú er gloppið somikið stórt, at vinnur VÍF ikki í dag, fáa tær tað sera trupult.
Seinasti dysturin er í Klaksvík, har Stjørnan er stórfavorittur í heimadystinum móti Kyndli.