Spenningurin helt sær

Liverpool gav Manchester United meira enn hálvan matchbólt, tá teir vunnu heimadystin móti Chelsea. Reyðu devlarnir megnaðu tó ikki at takka fyri, tá teir vitjaðu Arsenal sunnudagin

Fótbóltur

Hóast tað enn eru nøkur stig á muni, so kom øktist spenningurin í Premier League heilt munandi um vikuskiftið.
Leygardagin var stóri dysturin á Anfield, har Chelsea kom á vitjan. Chelsea hevur havt síunar trupulleikar í ár. Ikki minst í verjupartinum, har skaðar hava noytt Mourinho at nýta alternativar samansetingar, og dysturin leygardagin var einki undantak í so máta.
Um tað var ótryggleiki í verjuni, ella um aðrar orsøkir vóru, er ilt at vita, men Chelsea fótaði sær ongan tíð av álvara í dystinum. Longu eftir 18 minuttum høvdu Dirk Kuyt og Jermaine Pennant gjørt bart, og so fekk Chelsea ongan tíð aftur skapt spenning í.

Tóku ikki av
Fyri Liverpool merkti sigurin – tann fjórði á rað – at liðið nú einans er fimm stig frá silvurplássinum hjá Chelsea. Og hóast hetta er ein hampuliga stórur munur, so er hann tó væl minni, enn vandi var fyri fyrr í ár. Tá tóktist talan gerast um eina kapping, har Chelsea og Manchester United skuldu stríðast í oddinum, meðan eini 6-8 onnur feløg so kundu stríðast um hinar báðar Champions League sessirnar.
Reyðu devlarnir úr Manchester stríðast enn í oddinum móti Chelsea, og tí var talan um gylt høvi, tá meistararnir taptu á Anfield.
Manchester var á vitjan hjá Arsenal og Emirates Stadium sunnudagin, og eftir at Rooney hevði lagt teir á odda, tóktist alt ganga rætta vegin. Fram til 83. minutt var støðan soleiðis tann, at Manchester United hevði togað seg níggju stig fram um Chelsea. Men tá fyrst Robin Van Persie og síðani – í yvirtíðini – Thierry Henry skoraðu, broyttist alt. Enn er Manchester United trygt á odda, men høvdu teir økt munin í níggju stig, so var meistaraheitið at kalla avgjørt. Nakað sum tó langt ífrá er veruleiki nú.