Spenningurin heldur sær

Klokkan 11 fyrrapartin í dag verður farið undir síðsta umfarið í FM kappingini í talvi, sum seinastu vikuna hevur verið í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Undan síðsta umfarinum er møguleiki hjá tveimum at enda sum FM vinnari.

IM John Rødgaard hevur 6,5 stig, og Martin Poulsen hevur 6,0 stig. Í gjár vunnu teir báðir við svarta fólkinum. John fekk fulla úrtøku ímóti Finnbirni Vang, og Martin vann á Ólavi Simonsen. Í dag hevur John hvíta fólkið ímóti Ólavi Simonsen, og Martin skal við hvítum telva ímóti Torkili Nielsen.

Úrslit í 8. umfari: Terji Petersen-Sjúrður Thorsteinsson ½- ½, Rani Nolsøe-Olaf Berg 1-0, Finnbjørn Vang-IM John Rødgaard 0-1, Ólavur Simonsen-Martin Poulsen 0-1, Torkil Nielsen-Andreas Andreasen 1-0.

Støðan eftir 8. umfør: John Rødgaard 6,5 stig, Martin Poulsen 6,0 stig, Olaf Berg, Rani Nolsøe og Torkil Nielsen 4,5 stig, Finnbjørn Vang 4,0 stig, Ólavur Simonsen og Sjúrður Thorsteinsson 3,0 stig, Terji Petersen 2,5 stig og Andreas Andreasen 1,5 stig.

Í 9. umfari er skráin henda: Andreas Andreasen-Terji Petersen, Marin Poulsen-Torkil Nielsen, IM John Rødgaard-Ólavur Simonsen, Olaf Berg-Finnbjørn Vang og Sjúrður Thorsteinsson-Rani Nolsøe.

Steyp og heiðursmerki verða handað, tá ið talvini vera liðug. Tað verður tíðliga seinnapartin.