Spenningurin í hæddini

Spenningurin hevur sjáldan verið so stórur í bestu mansdeildini, sum hann er júst í løtuni. Nú grundspælið er liðugt, standa trý lið á jøvnum, og hvørki Kyndil ella KÍF eiga at avskrivast heilt

Manshondbóltur

Tey bæði seinastu árini hevur tað gjarna verið soleiðis, at vestmenningar longu við ársskifti hava skilt seg somikið greitt út frá restini, at gullmerkini at kalla bert hava verið formalitetir. Fyri spenningin í hondbóltskappingini er tað tí ein gleðilig støða, sum nú er íkomin. StÍF, Neistin og VÍF byrja nevnliga øll við níggju stigum, tá farið verður undir endaspælið, og sostatt er alt fullkomuliga opið, nú helmingurin av kappingarárinum er runnin.

Seinasta vikuskiftið undan jólunum vórðu teir tríggir seinastu dystirnir í grundspælinum leiktir, og har eydnaðist tað StÍF og Neistanum at staðfesta oddastøðuna við tryggum sigrum á ávíkavist Kyndli og KÍF.
Kanska var tað eitt sindur óvæntað, at StÍF skuldi vinna somikið greiðan sigur á Kyndli, men sum skilst, so var ongan tíð nakar sum helst ivi um, hvat av liðunum var tað betra hendan dagin.
Kyndil fylgdi hampuliag væl við fyrstu 10 minuttirnar ella so, men so fóru teir í jólafrí, og tað revsaðu strandingar við manér. Serstakliga Sveinur Justinussen ? gerst bara betri fyri hvønn dyst ? gjørdi um seg, og grønu gestirnir vistu snøgt sagt ikki síni livandi ráð, tá langlimaði unglingin riggaði til til hoppiskotini.
Í Havn var skilið á leið hitt sama, tá KÍF vitjaði Neistan. Kollfirðingar hava annars verið ein hampuliga stór hóttan móti ovaru støddu liðunum, men eins og hjá Kyndli, so fóru teir dekan ov tíðliga í jólafrí. At støðan eftir fyrra hálvleik var 17-4 til Neistan, sigur helst alt um, hvussu lítið KÍF hevði at bjóða uppá, og so munar tað lítið, at teir iðraðu seg um trý misnýtt brotskøst á rað. Hesi høvdu í besta føri pyntað um úrslitið, tí spenningurin í dystinum var fyri langt síðani fokin, tá hetta hendi.
Seinasti dysturin var botnslagið í Runavík, har Tjaldur og H71hitturst. Sum tað hóskar seg eini somikið javnari uppgerð, so endaði alt við javnleiki, men tað var so ikki uttan dramatikk, at so varð. Í seinasta minuttinum av dystinum høvdu hoyvíkingar annars lagt seg á odda við tveimum málum, men teir megnaðu ikki at halda høvdið kalt seinastu løtuna, og so kundi Zoran Sarcevic vera ísakaldur, tá hann í seinastu sekundunum hevði møguleikan at vinna eitt stig heim av brotskastblettinum.

Landsliðsávirkanin
Sum grundspælið hevur lagað seg, so er sjálvandi ilt at meta um nakran favoritt til FM-heitið, men skal nakað lið takast framum, so má tað helst verða StÍF.
Kanska hava avrikini aftur í vetur verið eitt sindur óstøðug, men í mun til undanfarnu vetrarnar er tó ein stórur bati í hesum. Og tá teir eru á toppinum, so megnar liðið sum einki annað í Føroyum kynstri at spæla skjótan og effektivan hondbólt. Við leikandi venjaranum og unga Sveini Justinussen hevur liðið eisini tvær av avgjørt størstu stjørnunum í føroyskum manshondbólti, soleiðis at liðið eisini hevur leikararnar, sum kunnu avgera, tá spælið onkrar dagar ikki koyrir.
Slíkar leikarar hav vestmenningar fleiri av, og tað er kanska fyrst og fremst hesir, sum hava gjørt, at liðið framvegis er somikið væl við. Í øllum førum er tað hent rættiliga ofta, at spælið hjá VÍF ikki hevur koyrt eftir vild, men við skjúttum sum Inga og Áka Olsen kunnu mótstøðuliðini ongan tíð kenna seg heilt trygg.
Seinasta liðið í oddinum er Neistin, og bara tað at teir eru her, er í sjálvan sær fullkomuliga óvæntað. Árið í ár skuldi annars bara roknast sum ein roynd at spæla eitt nýtt lið saman, eftir at fleiri stórir profilar eru farnir av liðnum í mun til í fjør. Støðan í løtuni er tó tann, at Neistin nú er betri fyri, enn teir vóru fyri einum ári síðani, ogh einki er at ivast í, at hetta er nakað, sum togar smílini fram í bláu búnunum. Hvørt liðið verður eins frammarliga, tá endaspælið er av, kann sjálvandi ikki sigast enn, men verður hildið fast við positiva hugburðin til spælið, og megna Áki Mørk og Morgan Knezevic at halda støðinum frá grundspælinum, so er einki ógjørligt. Og so skal eisini minnast til, at John Petersen nú eisini er á liðnum, so hóast alt, so hava Neistamenninir eisini einstaklingarnar, sum kunnu avgera tøttu dystirnar, sum altíð vilja koma.
Og so kann tað eisini vísa seg at gerast avgerandi fyri gullstríðið, hvussu landsliðsleikararnir úr ymsu feløgnum tørna út eftir landsdystirnar, og ikki minst hvussu teir, sum ikki eru á landsliðnum, taka uppgávuna tá bíðað verður. Ein líknandi støða var fyri tveimum árum síðani, og tað ferðina var sólarklárt, at landsliðsleikararnir vóru so nógv betri fyri, tá kappingin byrjaði aftur.
Verður støðan tann sama í ár, er ikki óhugsandi, at VÍF mest sum setir turboløðaran til, tá farið verður undir aftur kappingina, og um so er, so vildi tað í øllum førum verið spell fyri spenningin, sum er uppbygdur higartil. Ein spenningur, sum ikki hevur sæð sín líka seinastu mongu árini, og sum ivaleyst kann gera sítt til, at ymsu høllirnar kring landið verða fullsettar, nú avgerandi dystirnir av álvara fara ígongd.