Tað valdast um eyga, sum sær, plagar at verða tikið til. At orðatakið er beinrakið, ber tosið undan kappróðrinum á Vestanstevnuni í Sandavági boð um. Millum kappróðrarfólk verður tosað og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag skrivað um, at tað eru ikki nóg góðar umstøður at rógva kapp í Sandavági, og at tað ítróttarliga virðið í róðrinum er ikki, sum tað eigur at vera.
Teir í Róðrarsambandi Føroya tykjast fylgja við og lesa og lurta. Í hvussu so er hava teir undan Vestanstevnuni mett tað vera neyðugt at senda skriv til feløgini, har tað verður staðfest, hvussu mannagongdin er, tá ið illverður ella ivaveður er, og tað ikki soleiðis beinanvegin ber til at rógva til ásettu tíðina.
Í skrivinum verður staðfest, at tað er heimilað høvuðsdómaranum at útseta róðurin í ein ella fleiri tímar. At tað er heimilað at útseta róðurin til sunnudagin, at tað er heimilað at flyta róðurin til Miðvágs sunnudagin, og at tað er heimilað at flyta róðurin til Miðvágs leygardagin, um tað leygardagin ikki eru líkindi at rógva á Sandavági, og um veðurvánirnar siga, at tað heldur ikki sunnudagin kunnu roknast við at verða líkindi at rógva í Sandavági.
Róðrarsambandið leggur afturat, at høvuðsdómarin skal ráðføra seg við Róðrarsambandið og við stevnufyrireikararnar, áðrenn endalig støða verður tikin til, um róðurin vegna veður skal útsetast ella flytast.
? Vit mugu hugsa um sjálva kappingina og um trygdina og umstøðurnar sum heild hjá teimum, sum rógva. Eg róði sjálvur í Sandavági í 1979. Tá var veðrið so mikið vánaligt, at tað var hættisligt. Tá var neyðugt hjá rógvarunum at verja seg ímóti veðrinum, og tað var vandamikið, tí nógvar av manningunum dugdu ikki at handfara bátarnar. Í eina sovorna støðu koma vit ikki hesa ferð. Um umstøðurnar vera so vánaligar, so verður róðurin heilt víst útsettur ella fluttur, staðfestir formaðurin í Róðrarsambaninum Hannis Joensen.
Nógvu teir seinastu dagarnar hevur hann ligið lágt. Tað hevði verið betri fyri róðrarlíkindini í Sandavági, um talan hevði verið um høgætt. Fyri seinnapartin leygardagin hevur veðurmaðurin sagt útsynning og útsynning sunnan. Fyrst hevur hann sagt vindmegi 5?8, og so skal hann seinni á degnum vaksa til 8?13. Veðurvánirnar kundu havt verið betri, men tað hevði verið verri, um hann hevði verið landssynningur, siga tey í Sandavági.
Somu treytir sum hini
Eftir kappróðurin í Sandavági í 1999 fíltust fleiri á, at tað skuldu vera plaseringarnar í feltinum, sum gjørdu av, hvør bátur vann og hjá hvørjum tað royndist verri.
Hansina á Plógv hevur fyri Sandavágs Ítróttarfelag høvuðsábyrgdina av kappróðrinum í Sandavági. Hon kennir væl til tosið um Sandavág sum kappróðrarvág.
? Tá ið Sandavágur er kappróðrarvág, so má tað vera undir somu treytum sum onnur pláss. Vit hava bæði í ár og undanfarin ár sæð, at tað í fleiri plássum kann hava týdning fyri úrslitið, hvar bátarnir liggja í feltinum, og soleiðis kann tað eisini undir ávísum umstøðum vera í Sandavági. Tað er væl tí, at bestu bátarnir vanliga liggja í miðjuni og undir liðini á hvørjum øðrum. Sjálvandi skulu vit ganga undir somu krøv sum onnur róðrarøki, men tað er órímuligt at seta størri krøv til okkara, enn tað verða sett aðra staðni.
Kemur tað illa við, um tað verður gjørt av, at tað skal rógvast í Miðvági og ikki í Sandavági?
? Sjálvandi kemur tað illa við. Vit hava fyrireikað okkum so væl, sum tað ber til, men fyrireikingarnar eru gjørdar út frá, at tað skal rógvast í Sandavági. Tað ber til at rógva í Miðvági, men tað verður ikki tað sama, og tað fer at hava stóra ávirkan á stevnuna í Sandavági.
Hvussu tá?
? Vit kenna hetta dagliga. Tá ið vit venja í Miðvági, sum vit annars á so mongum økjum hava gott samband við, so er áhugin fyri kappróðrinum her hjá okkum verri enn so eins stórur, sum hann er, tá ið vit venja í Sandavági, og tað ber til hjá bygdafólkunum at fylgja við úr vindeygunum. Tað verður nógv truplari at fáa fólkið til Sandavágs, um róðurin verður í Miðvági.
Men skilir tú tað, um tað verður mett neyðugt at flyta til Miðvágs?
? Sum sagt, so haldi eg, at vit skulu vigast á somu vektini, sum øll hini róðrarøkini. Um spurningurin verður um trygdina, so mugu vit lata okkum lynda at missa róðurin eina ferð heldur enn í allari framtíð at missa kappróðurin í Sandavági, men tað skal altso vera eftir somu meting, sum tað er aðra staðni. Eitt nú vóru líkindini einki serlig í Klaksvík, men tað var eingin vandi fyri trygdini, og so varð róð har, vísir Hansina á Plógv á.
Miðvágur tekur ímóti
Í Sandavági hava tey rættuliga brynjað seg út at taka ímóti kappróðrarbátunum og fólkinum, og tey hava nógv at hugsa um. Eitt er ILA sjúkan. Í Sandavági er alibrúk, sum ikki er ILA smittað. Tí eru boð givin um, at allir bátarnir, sum skulu rógva, skulu sóttreinsast í Miðvági, og at teir skulu rógva úr Miðvági og til Sandavágs. Eisini bátarnir, sum koma í lastbilum ígjøgnum tunnulin, skulu til Miðvágs at sóttreinsast.
? At bátarnir koma í land av Smyrli í Miðvági og rógva til Sandavágs er einki nýtt. Soleiðis hevur tað verið nógvu tey seinastu árini. At vit vilja hava bátarnar, sum koma í lastbilum, at fara til Miðvágs, kemst bæði av sóttreinsingini, og tí vit vilja hava stóru bilarnar at standa í Miðvági. Annars høvdu teir verið ferðsluni í Sandavági til ov stóran bága, sigur Hansina á Plógv.
Í FM kappingini eru rættuliga góðir møguleikar fyri, at í hvussu so er tvær av teimum seks kappingunum verða avgjørdar í dag. Gongurólvur við kvinnum og Ørvur liggja til longu í dag at vinna kappingarnar fyri ávikavíst 6?mannafør við kvinnum og 8?mannafør. Umframt hesar báðar manningarnar hjá Havnar Róðrarfelag, sum higartil hava vunnið allar fimm róðrarnar, liggja eisini 6?mannafarið Smyril við monnum og 10?mannafarið Eysturoyingur so mikið væl fyri, at teir í dag so at siga kunnu gerast meistarar. Í kappingunum millum 5?mannafør bæði við dreingjum og gentum er spenningurin framvegis so stórur, at tað neyvan verður fyrrenn á Ólavsøku, at kappingin verður avgjørd.










