KÍ hevur havt undanvind seinastu stóru vikuna. Teir hava vunnið bæði í Fuglafirði og á heimavølli móti TB, og teir hava rættuliga fingið gongd á málskjótingina. Ikki minst 6-1 sigurin á TB pyntaði um málmunin.
Síðsta ferðin, at KÍ einki fekk burturúr, var, tá ið teir høvdu vitjan av EB/Streymi, sum fór úr Klaksvík við øllum, eftir at teir í áttanda umfarinum høvdu vunnið 1-0. Ta ferðina skoraði Sonni L. Petersen, sum var toppskjútti í fjør, einasta málið, sum hann hevur fingið higartil í ár.
Hin vandamikli maðurin hjá EB/Streymi, Sorin Anghel, fekk í yvirtíðini í Fuglafirði síðsta sunnudag hol á, tá ið hann skoraði sigursmálið til 3-2 í Fuglafirði.
Í morgin er tað ikki minst upp til teir báðar at syrgja fyri, at heimaliðið aftur fær fulla úrtøku ímóti KÍ. Hjá EB/Streymi eru allir tøkir, sum vóru við í Fuglafirði. Tá vóru fleiri útskiftingar framdar, og eitt nú komu Egil á Bø og Jákup Martin Joensen inn eftir steðgin, og tað gjørdi góðan mun. Tí er størri kapping um plássini millum teir fyrstu ellivu, enn tað hevur verið fyrr í ár. Miðverjin Fróði Clementsen kendi seg ikki so væl og tók seg aftur í steðginum í Fuglafirði. Hann hevur vant í vikuni, men tað verður hildið at vera sannlíkt, at Egil verður í miðverjuni og Jákup Martin á miðvøllinum.
Klaksvíkingar skipa fyri bussferð til Eiðis í morgin. Farið verður úr Leirvík kl. 13.15. Hóast høgættarkuldan í vikuni, so hevur fótbóltsfepurin verið hægri, enn hann hevur verið fyrr í ár. Fulla úrtøkan tvær tær seinastu ferðirnar hevur verið kærkomin, men tað verður mett, at talan verður um rætta roynd á Mølini.
Eyðun Klakstein er skaddur, og hann verður ikki við aftur fyrrenn um umleið ein mánað. Hinir eru allir tøkir, og tað kann væl vera, at talan verður um júst somu uppstilling, sum stóð seg so væl ímóti TB.
Miðvallarveteranurin, Allan Joensen, var á vøllinum síðstu løtuna ímóti TB. Hann hevur í mong ár verið lyklaspælari, men í fjør helt hann seg burtur frá fótbólti. Nú hevur hann hildið seg til skraddaraseymaða venjingarætlan, og tað tykist ganga rætta vegin. Sjálvsagt fer hann at fáa størri leiklut, tá ið og um venjingarstøðan gerst betur. Í fyrsta umfari er hann kærkomin jokari á beinkinum.