Trý lið liggja nú stavn um stavn og stríðast um meistaraheitið, og fyri spenningin í kappingini hevði tað stóran týdning, at TB í vikuskiftinum vann á steypavinnarunum úr Mjølnir.
Hevndu steypaósigurin
Einir 200 áskoðarar vóru komnir saman til toppdystin í meistaradeildini hjá kvinnum, sum var í Trongisvági sunnudagin millum TB og Mjølnir. Umframt at verða ein avgjørdur toppdystur, so var dysturin eisini eitt kærkomið høvi hjá TB at fáa hevnd fyri steypaósigurin móti Mjølnir undanfarna vikuskifti.
Ikki kann sigast annað, enn at TB gjørdi sær dælt av hesum høvi. Í einum spennandi og vælleiktum dysti, var tað fyri tað mesta heimaliðið, sum var við yvirlutan, og hýrurin á teimum trúfastu áskoðarunum var sera góður.
Í fyrsta settinum hevði TB munin at kalla allatíðina, og heimaliðið vann settið 25-18. Næsta settið var eitt sindur tættari, men eisini her var TB við yvirlutan og vann 25-23. Tað var sjón fyri søgn, at TB-liðið var ógvuliga uppsett at hevna ósigurin í steypafinaluni, og í triðja settinum hildu tær fram við ágrýtna spælinum hjá sær. TB vann triðja settið 25-19, og harvið syrgdu tær fyri, at spenningurin í meistaradeildini hjá kvinnum er í hæddini.
Dráttur liggur væl fyri
Tað eru ikki bara TB og Mjølnir, sum stríðast um meistaraheitið, tí eisini Dráttur liggur væl fyri. Dráttur vann hóskvøldið 3-0 á grannunum úr SÍ, og tær eru einans eitt stig aftan fyri bæði TB og Mjølnir á stigatalvuni.
Dráttur hevur í seinastuni vunnið á bæði TB og Mjølnir á útivølli, og tá ið tær skulu spæla móti hinum báðum oddaliðunum aftur í endaspælinum, eru tær á heimavølli á Giljanesi. Tí er Dráttur óivað eitt sera gott boð upp á ein komandi føroyameistara, eisini tí at liðið tykist verða kanska tað best koyrandi í løtuni.
At tær so eisini hava heimavøll í dystunum móti hinum oddaliðunum, ið eru eftir at leika, gevur teimum helst eisini ein fyrimun,og hjá Drátti er setningurin greiður - Vinna tær allar dystirnar, ið tær hava eftir, ja so eru tær føroyameistarar 2005 í kvinnuflogbólti!
Ein annar dystur í meistaradeildini hjá kvinnum var um vikuskiftið, og hann var á Kambsdali, har tvey av niðaru liðunum, ÍF og KÍF, dystaðust. Hesin dysturin gjørdist ongantíð serliga spennandi, tí fuglfjarðakvinnur vóru greitt við yvirlutan og vunnu dystin 3-0. Tað var bert í tí fyrsta settinum, at tað gekk javnt á. Í bæði næsta og triðja settinum var ongin ivi um, hvat var betra liðið.










