Spenningurin er burturi

Seinasta umfarið í endaspælinum í Atlantic-Airways-kappingini verður púrasta týdningarleyst. Við sigrinum á StÍF syrgdi VÍF fyri, at tað verða teir, sum skulu spæla FM-finalu móti Kyndli

Hondbóltur

»Endiliga eydnaðist tað!«
Tað mundi vera fremsti tankin hjá vestmenningum, tá dysturin móti StÍF varð blástur av. Gaman í var talan um eitt skert StÍF-lið, sum serstakliga saknaði Alexandur Johansen. Men hóast hetta, so skerst ikki burtur, at royndirnar hjá VÍF móti júst strandingunum hava verið serstakliga vánaligar. Ikki bara í ár, har StÍF hevur vunnið fýra ferðir á VÍF. Men seinnu árini sum heild hava greitt víst sama tendensin. Ein tendensur, sum eitt nú steypafinaluni líktist einum regulerum undirlutakompleksi.

Deja-vu
Sama undirlutakompleks var tó ilt at síggja sunnudagin. Frá byrjan tóktist VÍF vera liðið, sum vildi meira. Teir løgdu út sum eitt óløgi, og áðrenn nakran vardi, var StÍF komin væl og virðiliga afturum.
Sum so mundi talan nærum vera um okkurt slag av deja-vu hjá StÍF, sum fyri eini viku síðani var fyri júst sama slag av byrjan í dystinum móti Kyndli.
Og byrjanin var ikki tað einasta, sum mundi geva strandingum kensluna av, at hetta høvdu teir longu roynt einaferð. Móti Kyndli eydnaðist teimum at vinna seg upp á 10-14 undan steðginum, fyri síðani at missa alt á gólvið fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Og júst tað sama hendi eisini hesaferð. Um strandingarnir als ikki vóru klárir at fara útaftur, skulu vit lata standa ósvarað, men í øllum førum vóru vestmenningar nakað nógv meira klárir.
Við góðum verju- og málmansspæli varð ein veruligur stórsigur grundaður, og ikki fyrr enn munurin tók skap av avsmurningi, sluppu gestirnir aftur upp í part. At teir nú høvdu ein hálvskaddan Alexandur á vøllinum, tóktist ikki muna stórvegis, og so ráddi bara um at fáa klokkuna at ganga móti teimum 30 minuttunum hjá VÍF. Nakað sum teir eisini megnaðu uttan stórvegis trupulleikar.

Spenningsleyst vikuskifti
Soleiðis verður seinasta umfarið, sum fyri bara tveimum vikum líktist einum sonnum gysara, fullkomuliga týdningarleyst. Einasti spenningurin, sum liggur í hesum, er, hvørt tað verða Kyndil ella VÍF, sum fáa fyrimunin av heimavølli í eini møguligari triðju FM-finalu.
Hinvegin gevur tað eisini liðunum møguleika at fyrireika seg nakað undan avgerandi finaludystunum. Kanska skal onkur taktiskur variantur testast komandi vikuskifit, og kanska hevur onkur lyklaspælari tørv á hvíld, heldur enn at spæla. Tað eru í øllum førum slíkir tankar, sum venjararnir tá hava ráð til at hugsa.

Fakta um dystin
VÍF-StÍF 30-23 (14-10)
Málskjúttar
VÍF: Áki G. Olsen 8(1), Sámal Joensen 5, John Zachariassen 5, Agnar Joensen 5(1), Ingi Olsen 3, Áki Olsen 2(2)
StÍF: Leivur Justinussen 7, Sveinur Justinussen 5, Borgar Danielsen 4, Bent Djurhuus 3, Jón Rasmussen 1, Artur Johansen 1(1), Bárður Danielsen 1, Alexandur Johansen 1
Brotskøst: VÍF 8, StÍF 3
Útvísingar: VÍF 2, StÍF 2
Diskvalifikatión: StÍF 1 (Beinleiðis reytt)
Dómar: Petur Skeel & Hallur Danielsen