20 stig. Tað plagar at vera nóg mikið til at lívbjarga sær í landsins bestu fótbóltsdeild. Men nú 16 umfør eru spæld og 11 eftir at leika, hava liðini í botninum skava sær so nógv stig saman, at tað eftir øllum at døma skulu nakað væl meiri enn 20 stig, fyri at tryggja sær sætið í Formuladeildini. Hetta tí, at tey bæði liðini undir niðurflytingarmarkinum longu hava 14 stig. Og við 11 dystum eftir at leika, má tað metast sum ógvuliga ósannlíkt, at Skála og B71 ikki fáa fleiri enn seks stig aftrat.
Hetta merkir samstundis, at trý tey næstu liðini omanfyri strikuna heldur ikki kunnu kenna seg trygg. B68 og KÍ hava 17 stig hvør, meðan uppflytararnir ÍF hava 20 stig. Vert er at hefta seg við, at uppflytararnir báðir eru omanfyri niðurflytingarmarkið, meðan Skála og B71, ið bæði vóru í Formuladeildini í fjør, liggja skeivu megin strikuna.
Somuleiðis er eisini vert at hefta seg við, at einki av teimum fimm liðunum kann kenna tryggan í deildini. Við øðrum orðum er helmingurin av liðunum í landsins bestu fótbóltsdeild í reellum niðurflytingarvanda, nú bara 11 dystir eru eftir at spæla.
Venda vit okkum til hin endan av stigatalvuni, er nógv broytt síðani seinasta leikumfar. 24 dagar eru gingnir síðani feløgini fóru í feriu