Sum tað einasta liðið í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum, mangla ÍF at spæla dyst í seinnu hálvu, og tískil gerst tað teimum eitt strævið vikuskifti, tí teir skulu spæla bæði leygardagin og sunudagin, móti ávíkavist Mjølnir og Fleyr.
Kunnu taka oddasessin
Skuldi tað gingist ÍF eftir vild, kunnu teir gera sær tann stóra beina at gerast oddalið eftir vikuskiftið. Sum er liggur ÍF á einum triðja plássi við fýra stigum, og tað er eitt minni enn SÍ og trý minni enn Mjølnir.
Júst Mjølnir koma á vitjan á Kambsdali, og skuldi tað eydnast verður tað lagt upp til eitt satt brak í Havn sunnudagin, tá ÍF skal á vitjan hjá Fleyr, ið við styrkinum frá Fram herfyri, veruliga tykist at vera raknaðir við aftur.
Tveir triðingar avgreiddir
Eftir vikuskiftið eru tveir triðingar av kappingini hjá kvinnunum spældir, og tað merkir at stigini verða hálveraði. Hetta merkir, at tað nærum verður til eina nýggja kapping, og ikki er lætt at spáða um hvat har fer at henda. Eitt er tó púra vist, og tað er at í tveimum av teimum fyrstu triðingunum hevur kvinnuliðið úr Sørvági verið nógv tað besta liðið, og liggja tær eisini á ovastu rók. Stóri spenningurin verður so hvussu fer at hilnast í seinasta triðinginum.










