Tá ið H71 tapti móti Kyndli leygardagin, var tað ikki bert ósigurin, ið sveið hjá hoyvíkingum.
Tað kom nevnliga dátt við hjá H71 at Marita Mortensen, ið hevur tikið føroysku kappingina við stormi í sínum fyrsta kappingarári, mátti fara úr dystinum vegna skaða.
Hetta kom tó ikki bert dátt við hjá H71.
Ungi bakkurin var nevnliga úttikin til landsliðið, ið skal spæla undankappingardystir í Sveis, dagarnar 29. november til 1. desember.
Marita Mortensen var í røntguni eftir dystin, og har var staðfest at talan var um eina keiking í fótliðunum og at einki var brotið, men at nøkur liðbond vóru toygd.
Tað gongur framá hjá unga leikaranum at koma seg eftir skaðan, men tíðin til landsdystirnar er knøpp, hóast vónirnar eru góðar.
Marita Mortensen skal kannast hjá fysioterapeuti týsdagin og mikudagin, og síðani verður ein avgerð tikin, greiðir Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari, frá fyri In.fo.
Longu hetta vikuskiftið, 24. og 25. november, spælir landsliðið tveir venjingardystir móti Íslandi.
Marianna G. Eystberg avloysir Maritu Mortensen á hesum túrinum.