Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantsflog, sigur, at tey eru ógvuliga spent upp á nýggja ferðamøguleikan, sum felagið fer at bjóða næsta summar.
Í staðin fyri at flúgva til Milano, fer Atlantsflog at flúgva 13 túrar beinleiðis úr Vágum til Palma á Mallorka.
- Fyrsti túrur úr Føroyum til Mallorka verður hin 2. juni, og hin seinasti verður 25. august, og flogið verður týsdagar, sigur hann.
Marknaðarleiðarin sigur, at síðan Atlantsflog boðaði frá, at felagið fer at flúgva beinleiðis til Mallorka, hevur eftirspurningurin eftir hesum ferðum víst seg at vera rímiliga stórur.
- Jú, vit hava longu merkt ein rímiliga stóran áhuga, og longu nú eru fleiri ferðir seldar. Sum rímiligt er, vísir tað seg, at eftirspurningurin er størstur í tíðini, tá skúlarnir hava summarfrí.
Hann sigur, at Atlantsflog vil gjarna, at fólk eisini ferðast uttan um summarfrítíðina, og tí fara tey at selja ferðirnar nakað bíligari hvørju megin summarfrítíðina.
- Um undirtøkan verður nóg stór fyri hesi beinleiðis flogferðini, er ætlanin, at summarflúgvingin millum Vágar og Palma fer at halda fram.
Allan Skaalum heldur ikki, at nøkur av ferðunum enn eru totalt útseldar, sum hann tekur til, men tað er farið at treingjast um á onkrum túri í summarfrítíðini hjá skúlunum.
- Royndir úr øðrum londum siga, at Mallorka sum frítíðaroygg altíð selur væl, og vit hava góðar vónir um, at føroyingar eisini fara at taka væl ímóti hesum møguleika, sum nú verður, sigur marknaðarleiðarin hjá Atlantsflogi.