Fyrrapartin í morgin fer týski stýrisskipanardómstólurin at kunngera, um týska hjálpin til Grikkalands og onnur lond í fíggjarligum trupulleikum, er lóglig ella ikki.
Eygleiðarar siga, at tað er sera spennandi, hvat tann ovasti týski dómstólurin fer at siga, tí skuldi tað hent, at dómstólurin sigur hjálpina vera ólógliga, kann tað vera tað fyrsta stigið til at taka beinini undan evruni sum felags gjaldoyra.
Týskir fjølmiðlar endurgeva ein leiðandi greinara hjá Deutche Bank fyri at siga, at kann Týskland ikki taka lut í teimum samtyktu hjálpartiltøkunum, kunnu tiltøkini als ikki fremjast í verki, og tað fer at elva til eina álvarssama kreppu fyri evruna.










