Spenningur til tað seinasta

Chelsea var í gjár á vitjan Newcastle, har heimaliðið hevur sýnt gott spæl seinastu umførini. Men móti stjørnusetta London-liðnum var hetta tó ikki nóg mikið. Tað sá annars einki út í steðginum hjá Chelsea eftir ein málleysan fyrra hálvleik, men hetta bøttu teir um eftir steðgin. Michael Ballack skoraði fyrsta málið á tímanum, og átta minuttir fyri leiklok staðfesti Florent Malouda sigurin. Chelesa hevur eins og Manchester United 84 stig. Manchester United hevur tó ein væl betri málmun, og tí verða teir meistarar, um teir vinna seinasta dystin. Hesin verður á útivølli móti Wigan. Chelsea spælir tá á heimavølli móti Bolton.