Hondbóltur
Tað var lagt upp til ein spennandi dyst í høllini í Vestmanna leygardagin, tá bestu kvinnuliðini hjá VÍF og VB hittust. Bæði liðini liggja ovarlaga á stigatalvuni, og haraftrat er støðan millum júst hesa bæði feløgini rættuliga spent av tí nógv umtala ?útlendingamálinum?.
VB byrjaði best
Tað vóru gestirnir úr Vági, sum byrjaðu dystin best. Tá ið fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin, høvdu vágskvinnur lagt seg á odda 8-4. Men so tók verjan hjá heimaliðnum seg um reiggj, og serliga var tað rumenska Irina Raodvici,ið hevði gott tak á altíð vandamiklu Daivu á vinstra bakki hjá VB. Tað gekk tí heldur ikki long tíð, so hevði VÍF javnað til 8-8, millum annað takkað verið nøkrum góðum skjótálopum, sum endaðu við, at Nikolina Eyðbjørnsdóttir skoraði fyri heimaliðið.
Nógv óneyðug bólttap
Nú fóru gestirnir úr Vági undir at mansverja Ioanu Rapa, og hetta tóktist at órógva álopsspælið hjá VÍF rættuliga nógv. Næstu løtuna gjørdu kvinnurnar úr Vestmanna einar fýra til fimm óneyðugar tekniskar feilir, sum tá ið alt kemur til alt kostaðu teimum dýrt. Bóltar blivu mistir út av vøllinum, ella onkrar avleveringar vóru so vánaligar, at tær endaðu í beinunum á viðleikarum.
Hinvegin kann sigast, at høvdu leikararnir hjá VB verið eitt sindur neyvari í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, høvdu tær óivað havt eina trivaliga hálvleiksleiðslu, men tær megnaðu einans at skora tríggjar ferðir seinastu 15 minuttirnar undan steðginum. Her skal tó leggjast afturat, at gekk álopsspælið hjá VÍF ikki gott hesa løtuna, so var verjan sera stinn, eins og Adela í málinum hevði onkrar fínar bjargingar, og tað var hesum fyri at takka, at heimaliðið kundi fara til hálvleiks við einari leiðslu upp á eitt mál, 12-11!
Dramatiskur seinni hálvleikur
Seinni hálvleikur byrjaði á sama hátt, sum tann fyrri endaði. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, og sjáldan var meira enn tað eina málið á muni. Miðskeiðis í hálvleikinum gjørdi heimaliðið tó ein vørr, og brádliga var VIF á odda 21-18, og bert tólv minuttir vóru eftir at leika. Hetta tóktist tó ikki at nerva venjaran hjá VB tað stóra, tí hann tók eina time-out, og tríggjar minuttir seinni høvdu gestirnir javnað til 21-21!
Síðani skoraðu liðini upp á skift, VÍF var á odda 22-21, 23-22 og 24-23, áðrenn VB javnaði til 24.24. VÍF fór aftur í álop, men í hesum álopinum kom Aukse hjá VB ímillum eina langa avlevering, fór sjálv og legði VB á odda 25-24. Tveir minuttir vóru eftir at leika, og heimaliðið fekk brotskast í sínum næsta álopi. Tað setti liðskiparin, Sóley Mikkelsen trygt í netið til 25-25, og øll høllin var á gosi, bæði vestmenningar og vágbingar, sum vóru eins manssterkir og mælskir sum vestmenningarnir.
Í næsta álopinum hjá VB eydnaðist tað Lailu Jespersen at smoyggja sær inn um Ioanu í verjuni hjá VÌF og leggja gestirnar á odda 26-25. Vestmannakvinnur fóru nú aftur í álop, og hetta álopið endaði við, at Irina á strikuni hjá VÍF bleiv spæld frí, men Asta í málinum hjá VB stórbjargaði, og bert ein minuttur var eftir at leika. VB fór aftur í álop, men hesaferð átti Adela í VÍF-málinum tørn at stórbjarga, tá ið 20 sekund vóru eftir at leika. Sostatt fekk heimaliðið ein seinasta møguleika at tryggja sær ein javnleik, men hoppiskotið frá Ioanu trý sekund fyri leiklok fekk Asta í VB-málinum jústað út um baklinjuna, og harvið tryggja liði sínum bæði stigini, og frøin var stór á teimum mongu vágbingunum í høllini.
VB hevði størri hugflog
Í einum so jøvnum dysti, er altíð trupult at meta um, hvørt sigurin var uppiborin ella ikki. Men serliga seinni hálvleikur í dystinum leygardagin vísti, at VB hevði størri hugflog í álopsspæli sínum enn hvat heimaliðið hevði. Til dømis hevði VÍF nærum ongar avsluttingar av vonginum, meðan VB hevði fleiri, sum eisini góvu mál.
Haraftrat tóktist tað heldur ongantíð sum um, at fjáltur kom á vágskvinnur, meðan VÍF hevði alt ov lítið tol í álopsspælinum.
Hinvegin kann væntandi breiddin í hópinum hjá VB gerast ein vansi seinni í kappingini. Henda væntandi breiddin sást einabest leygardagin, tá ið spælskiparin, Aukse, fekk ein snudd rættuliga tíðliga í dystinum, men spældi allan at kalla allan dystin, hóast sjónliga plága av snuddinum.
Dysturin í tølum
VÌF-VB 25-26 (12-11)
Málskjúttar
VÍF: Sóley Mikkelsen 6(3), Irini Radovici 6, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Ioana Rapa 4(1), Fríða Marjunardóttir 3, Jackin Durhuus 2
VB: Daiva Tuomaite 9(2); Aukse Dysmauskaite 7(1), Gurið Mortensen 5, Laila Jespersen 3, Margreth Augustinussen 1.
Brotskøst: VÍF 5, VB 5
Útvísingar: VÍF 3, VB 2
Dómarar: Kári Hansen og Trygvi Mortensen, Tjaldur: Løgdu frá byrjan eina harða linju, og hana hildu teir gjøgnum allan dystin. Komu stak væl frá einari truplari uppgávu.