Tað var spenningur í yvirtíðini í Gøtu. Stutt undan leikloki minkaði Skála um munin.
Málskjútti hjá Skála var verjuspælarin Arnhold Berg, sum var leysur eftir frísparksinnlegg.
Í síðstu sekundunum var um reppið, at Oby javnaði, men skotið hjá honum fór dygst skeivu megin stólpan.
Zoltán Bukzegi skoraði til 1-0 í 9. minutti, og Andras Lava Olsen økti til 2-0 eftir lítið korter í 2. hálvleiki.