Spenningur í Teilandi

Fyri knappliga tveimum vikum síðani vann flokkurin hjá Yingluck Shinawatra stórsigur á tjóðartingsvalinum í Teilandi, og viðhaldsfólk hennara fagnaðu henni sum forsætisráðharra landsins. Av røttum skuldi hon verið tilnevnd í hesi vikuni, men tað er ikki hent, og nú eru fleiri farin at spyrja, um hon kanska als ikki verður stjórnarleiðari hóast alt.

Teilendska valnevndin hevur fingið fleiri klagur frá fólki, sum finnast at valstríðnum hjá flokkinum hjá Yingluck Shinawatra, Pheu Thai, og tær skulu kannast, áðrenn hon kann taka við. Men fleiri halda, at hon sleppur als ikki at skipa stjórn, og bllaðið The Nation skrivaði í gjár, at eitt politiskt ódnarveður hóttir í sjónarringinum, um hon ikki verður góðkend sum forsætisráðhari.

Tað er næstan siður í Teilandi, at forsætisráðharrar verða koyrdir frá. Soleiðis var við Thaksin Shinawatra, seinni fekk svágur hansara, Somchai, somu lagnu, og nú hendir tað sama kanska systirini Yingluck Shinawatra.