Spenningur í Suðurkinesiska Havinum

Kina sendi í morgun ein stóran fiskiflota á leiðirnar við Spratly-oyggjarnar í Suðurkinesiska Havinum, har Kina og grannalondini liggja í stríði um rættindini til økið. Oyggjarnar eru nærhendis Filipsoyggjunum og Malaysia og heldur ikki langt frá vietnamesisku strondini, og hesi trý londini hava eins og Kina kravt ræðisrætt yvir oyggjunum.

Stjórnin í Beijing er nú farin eitt stig longri og krevur nú ræðisrætt yvir øllum Suðurkinesiska Havinum við øllum tess fiskileiðum og tí, sum møguliga er at finna undir havbotninum.

Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum og Vietnam hava mótmælt, at Kina er farið at gera seg inn á sjómenn úr øðrum londum, og at landið hevur tengt ósemjuna upp í tað diplomatiska samskiftið við onnur lond.