Spenningur í Suðuramerika

Í nátt byrjar stórsta fótbóltskappingin í Suðuramerika

Fótbóltur er í høgum metum í Suðuramerika, og í nátt byrjar ein av teimum heilt stóru kappingunum. Talan er um Copa Amerika. Copa Amerika hevur verið síðan 1916. Í byrjanini vóru bert tíggju lið úr Suðuramerika við í kappingini. Tey seinastu árini hevur verið vanligt at bjóða trimum liðum úr Miðamerika og trimum liðum úr Asia við í kappingina. Hetta merkir, at talið er komið uppá 16 lið.

Uruguay hevur vunnið kappingina 15 ferðir, tað er meir enn nakað annað land. Seinastu tvær ferðirnar kappingin hevur verið, hevur Chile staðið sum vinnari. Chile vann kappingina bæði í 2015 og í 2016. Seinast kappingin var hildin, var í 2016. Kappingin varð tá hildin í USA.

Hesaferð verður kappingin í Brasilia.

COMMEBOL kann samanberast við UEFA, sum er suðuramerikanska fótbóltsambandið. Teir skipa fyri Copa Amerika og hava sum so ikki eina fasta ætlan yvir nær kappingin skal verða spæld og hvussu nógv lið skulu luttaka.

Um man til dømis samanberur kappingina við EM, so leggur man til merkis, at EM verður hildið við jøvnum millumbili. Soleiðis er ikki við Copa Amerika, tað kann ganga lang tíð ímillum hvørja kapping, og kappingin kann eisini vera tvey ár upp í slag.

Tann stóri spurningurin hetta árið er, um tað endiliga skal eydnast Lionel Messi at vinna eitt steyp fyri Argentina. Hann hevur tapt finaluna tvær ferðir, seinast ímóti Chile í 2016.

Spennandi verður næstu vikurnar at fylgja við. Alt byrjar í nátt kl 1:30, tá ið vertirnir úr Brasilia taka ímóti Bolivia.