Stutt undan steðginum hevur Víkingur minkað um munin, so støðan nú er 2-1 til EB/Streym.
Hans Jørgen Djurhuus legði innfyri úr høgru, Andreas Lava Olsen og René Tórgarð fóru upp, hvørgin rakk bóltin, sum umvegis ein verjuspælara hjá EB/Streymi fór í málið.
Síðsta sunnudag á Sandi misti EB/Streymur 2-0 leiðslu, sum varð broytt til 2-2. Í kvøld hava teir mist tvey mála leiðslu, og fyribils er støðan 2-1 til EB/Streym.