Spenningur á Stamford Bridge

Peter Kenyon, stjóri í Chelsea, segði á fundi við ensku miðlarnar sunnudagin, at einki er um tosið um ósemju millum Jose Mourinho og Roman Abramovich í Chelsea. Samært somu miðlum, so hevur Mourinho verið sera ónøgdur um, at hann ikki hevur fingið styrk til verjuna enn, men Kenyon sigur tó, at talan als ikki er um ósemju.
- Tað er tann spenningur, sum altíð skal vera í einum toppfelag. At menn tora at hava eina greiða meining og standa fast við hesa, er bara eitt gott tekin. Í aðrar mátar gongur alt sína vanligu gongd her hjá okkum. Mourinho hevur sáttmála við okkum fram til 2010, og tað er ein greið álitisváttan, at hann í fjør fekk so langan sáttmála, sigur Kenyon.