Spenningur á Skála: H71 í hálvfinaluni

Steypahondbóltur: Hoyvíkingar vunnu akkurát á strandingum

H71 er víðari í steypakappingini í hondbólti hjá monnum. Hoyvíkingar vunnu í kvøld 32-31 á StÍF í høllini á Skála. Sigurin merkir, at H71 er oddalið í bólkinum og víðari, men kann framvegis missa fyrsta plássið í seinasta umfari.

 

Tað stóð passaliga nógv á hoyvíkingum, sum vóru aftanfyri so seint sum fýra minuttir fyri dystarenda. StÍF var eisini á odda í hálvleikinum, tá støðan var 15-14.

 

Toppskjútti hjá H71 var Hilmar Leon Jacobsen við átta málum, meðan Allan Norðberg hjá StÍF bleiv toppskjútti í dystinum við níggju málum.

 

Dystarskrá og úrslit:

Leygardagin 20.01.18 kl. 18.00 H71 – KÍF 27-25

Sunnudagin 21.01.18 kl. 16.00 VÍF – StÍF 35-31

 

Sunnudagin 28.01.18 kl 16.00 VÍF – KÍF 34-34

Mikudagin 31.01.18 kl. 20.00 StÍF – H71 31-32

 

Sunnudagin 04.02.18 kl. 16.00 H71 – VÍF

Sunnudagin 04.02.18 kl. 16.00 KÍF – StÍF

 

Bólkur 2 – menn 

         Lið       Dystir   V.m.    T.m.     Munur Stig

1          H71      2          59        56        3          4

2          VÍF       2          69        65        4          3

3          KÍF       2          59        61        -2         1

4          StÍF      2          62        67        -5         0