Spenningur millum Turkaland og Sýrialand

Turkaland umhugsar nú, hvussu tað skal svara, eftir at sýrisku myndugleikarnir hava viðgingið, at sýriska loftverjan skjeyt eitt turkiskt stríðsflogfar niður seinnapartin í gjár. Sýriska stjórnin sigur, at tað turkiska flogfarið var komið inn í sýriskt loftrúm, og turkar siga, at tað er ikki óhugsandi.

Turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, segði í morgun, at stjórnin í Ankara er til reiðar at gera alt, sum er neyðugt, fyri at fáa málið lýst til fulnar. Hann segði, at tað turkiska flogfarið var sjey fjórðingar úr turkisku strondini, tá tað hvarv av radaranum. Tveir menn vóru í flogfarinum, og hóast turkar hava sent bæði skip og tyrlur at leita, eru teir ikki funnir enn.

Ta seinastu tíðina hevur Turkaland verið eitt av teimum harðastu mótstøðulondunum hjá sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, og eygleiðarar siga, at tilburðurin við tí turkiska flogfarinum økir vandan fyri beinleiðis hernaðarligum stríði millum tey bæði grannalondini.