Spenningur millum Egyptaland og Ísrael

Í Egyptalandi eru fólk í øðini um, at fimm egyptiskir vaktarmenn doyðu, tá ísraelsmenn skutu eftir palestinskum yvirgangsmonnum á marknaleiðini við Gaza-geiran. Í gjárkvøldið vóru stórar mótmælisgongur í Kairo, har fólk kravdu, at drápini skulu hevnast.

BBC skrivar, at egyptiska stjórnin hevur boðsent sínum sendiharra í Ísrael at koma til Kairo at tosa við stjórnina um støðuna. Samstundis er ísraelski sendiharrin í Kairo biðin um at koma í uttanríkisráðið eftir einum formligum mótmæli. Harafturat krevur egyptiska stjórnin, at tilburðurin verður kannaður.

-Stjórnin krevur eina felags almenna kanning fyri at lýsa umstøðurnar í sambandi við hendingina og fyri at taka neyðug løgfrøðilig stig til tess at verja rættindini hjá teimum avvarandi hjá teimum fimm, stendur í einari fráboðan frá egyptisku stjórnini.