Áhugin fyri fótbólt í Føroyum er kanska størri enn nakrantíð áður, og hóast fólk eru stødd uttanlands, fylgja tey væl við í dystunum, sum verða spældir heima.
Hetta sæst eisini aftur, tá ið fólk eru á ferð uttanlands sum nú sunnudagin, tá ið fleiri spennandi dystir vóru í Formuladeildini.
Eftir einari líltari løtu í tax-free handlinum í Kastrup hoyrast fleiri føroyingar ringja heim at frætta, hvussu støðan er hjá teirra liði. Ein viðhaldsmaður hjá EB/Streymur fær boðini um javnleikin í toppdystinum í Havn, ein HBarir hevur gott mót um ein sigur í Klaksvík, og aftanfyri ein stóran bunka av dósaøl, ið tað kanska er loyvt at taka við sær til Føroya, tosar ein gøtumaður heim um dystin hjá GÍ á Skála.
Gott at kunna fáa støðuna
Tá ið flogfarið hjá Atlantsflogi lendir í Kastrup, sæst á øllum brøgdum, at okkurt serligt er áfatt. Ein smílandi NSÍari kemur í land,og ein HBari sær nøkunlunda nøgdur út.
Teir og øll hini ferðafólkini umborð á flogfarinum hjá Atlantsflogi hava kunnað fylgt gongdini í Formuladystunum heima, tí flogskiparin hevur verið so beinasamur at boða teimum frá støðuni á veg til Danmarkar.
- Hetta er óført at kunna fylgja við dystunum heima, meðan tú ert á flogi, sigur NSÍ-spælarin Danial Hansen, sum fegnast um stórsigurin hjá sínum liði á ÍF. Hann er á veg av landinum í arbeiðsørindum.
Fólk fegin um tænastuna
Umborð á Atlantsflogi greiðir flogskiparin Janus Rein frá, at hann plagar at siga ferðafólkunum frá støðuni í fótbóltsdystunum heima, tá ið teir flúgva sunnudagar.
- Vit hava radiosamband allan vegin, so vit kunnu lurta eftir útvarpinum. Eg troytti ikki fólk við tosa um fótbólt alla tíðina, men eg gevi teimum støðuna nakrar ferðir á túrinum, og tað dámar teimum sera væl. Eg byrjaði at gera tað sum eina roynd, men fólk vóru so glað fyri hetta, at eg mátti halda fram, sigur Janus Rein.
- Fólk eru sera áhugað í fótbólti, og tey vilja helst kunna fylgja dystunum heima. Vit gjørdu nakað líknandi við kappróðrinum í fjør, og tað riggaði eisini væl, sigur hann.
Janus Rein er sjálvur íðin HB-viðhaldsmaður, og hann sigur seg vera nøkunlunda nøgdan við úrslitið hjá sínum liði í Klaksvík.
- Vit vóru á odda og høvdu kjansir at vinna dystin, men ein javnleikur í Klaksvík er nú ikki so galin, sigur hann.
So um tú ert staddur nakrar kilometrar omanfyri jørðina við kós av landinum í einum flogfari, so ber tað til at frætta tað nýggjasta um fótbóltin heima.