Um vikuskiftið kringsettu fleiri túsund mótmælisfólk stjórnarskrivstovurnar í libanska høvuðsstaðnum Beirut, og tey sýta fyri at fara haðani, fyrr enn stjórnin leggur frá sær.
Vesturlendskir eygleiðarar í Beirut siga, at mótmælið hevur verið friðarligt, men at støðan er spent. Í gjár ljóðaði, at Hizbollah fer at royna at taka stjórnarskrivstovurnar, og tað fekk libanska herin at senda hermenn og stríðsvognar at verja bygningin. Herovastin hevur sagt, at herurin fer at svara øllum álopum á stjórnarskrivstovurnar. Mótmælisfólkini hava svarað, at tey fara ikki til hús, fyrr enn stjórnin leggur frá sær.









