Eygleiðarar stúra fyri øktum spenningi á Koreanesinum, eftir at eitt norðurkoreanskt vaktarskip tók eitt suðurkoreanskt fiskiskip í morgun. Ein talsmaður fyri suðurkoreonsku stjórnina sigur, at gjørdi fast á tað suðurkoreanska skipið og tók tað upp á sleip. Talsmaðurin sigur, at manningin á fiskiskipinum hevði trupulleikar við tólunum á brúnni, og at skipið tí var farið av leið.
Sambært talsmanninum hava suðurkoreonsk vaktarskip kallað á tað norðurkoreanska vaktarskipið, men tað hevur ikki svarað.
Hetta er triðju ferð síðani 2005, at suðurkoreonsk fiskiskip eru farin inn um tað norðurkoreanska markið.