Í Keypmannahavn er stórur spenningur um, hvat fer at henda seinnapartin, tá málið um tey iraksku flóttafólkini kemur til viðgerðar Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, hevur fyrrapartin fundast við Naser Khader, formann í Ny Alliance, og formannin í Danska Fólkaflokkinum, Piu Kjærsgaard, um støðuna.
Forsætisráðharrin segði í morgun, at hann væntar at fáa eina semju við Ny Alliance. Naser Khader segði harafturímóti, at enn hevði hann ikki sæð nakað uppskot, sum er betri enn tað hjá Piu Christmas-Møller.
Fundurin í Fólkatinginum í dag byrjaði nú á middegi, men tingið skal ikki atkvøða um flóttafólkamálið fyrr enn í morgin.










