Í Vestmanna vann Kyndil sær betru kortini, tá teir vunnu við fýra málum á VÍF. Men hóast fyrimunin í hesum, so vita bæði Kyndil og VÍF, at fýra mál er ikki tað heilt stóra í hondbólti.
Hinvegin er meira greitt, at Neistin verður hin parturin í steypafinaluni. Neistin vann fyrra dystin móti H71 við 12 málum, og tað er ein leiðsla, sum neyvan verður tveitt burtur í dag.
Dysturin á Hálsi millum Kyndil og VÍF byrjar klokkan 16 í dag. Dysturin í Hoyvíkarhøllini byrjar klokkan 18.









