Spenningur í Fuglafirði

Tað er stórur spenningur í Fuglafirði, har B68 vitjar. Toftamenn vóru í 1. hálvleiki frammanfyri við tveimum málum, men eftir ein stóran tíma hevur ÍF minkað um munin.

Nýggi landsliðsspælarin Høgni Madsen hevur skorað fyri ÍF, eftir at horna var komið innfyri og tvær ferðir aftur og fram støða hevði verið.