Spenningur er komin í aftur

Meðan FSV04 hevur fingið fýra stig í trimum umførum, hevur ÍF við fullari úrtøku tikið seg væl nærri uppflytingini

Fótbóltur

 

Síðani vit seinast høvdu næstbestu fótbóltsdeildina frammi, eru tvey umfør spæld. Oyggjaleikir og summarfrí hava verið orsøkin til, at tað ikki hevur eydnast at hildið tørn um málið hjá okkum, sum er altíð at skriva um næstbestu deildina og at gera støðuna upp og at halda skil á máltindinum. Men nú royna vit aftur.

16. umfar varð spælt mikudagin 4. juli, og 17. umfar, sum var tað síðsta undan summarsteðginum, var á skránni leygardagin 7. juli.

Eingin ivi er framvegis um, at B68 fer at endurvinna plássið í Formula deildini, sum teir mistu síðsta heyst. Tíggju umfør eru eftir at spæla, og B68 er fimtan stig frá triðja plássinum, ið er tað ovasta, sum ikki ber uppflyting við sær. Støðan er soleiðis, at um ÍF, sum er á 3. plássi, fær fulla úrtøku burtur úr tíggju teimum seinastu umførunum, so skal B68 tapa seks av tíggju dystum fyri at missa plássið omanfyri strikuna til fuglfirðingar.

Í 20. umfari, sum verður á skránni leygardagin 18. august, fer ÍF at vitja á Svangaskarði. Um toftamenn í tí uppgerðini fara at vinna fulla úrtøku, so verður uppflytingin hjá teimum so at siga avgreidd, sjálvandi treytað av at teir frammanundan hava vunnið í 18. og 19. umfari. Út frá gongdini higartil er ilt at ímynda sær, at teir ikki skulu vinna hesar dystirnar, hóast teir eru í Sørvági og í Leirvík.

Hóast B68 úrslitini vóru góð í tveimum teimum síðstu umførunum undan summarsteðginum, so var spælið ikki so sannførandi. Í 16. umfari vóru toftamenn í Klaksvík. Blaðunga KÍ liðið gav B68 dygga mótstøðu. Klaksvíkingurin í B68, Jósup Henriksen, legði oddaliðið framum í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki var KÍ heilt væl við, men í síðstu løtu staðfesti sera vandamikli Dánial Hansen B68 sigurin.

Í 17. umfari vitjaðu teir næstbestu hjá NSÍ hinumegin Løkin. Talan var um sera undirhaldandi uppgerð, sum B68 vann 4-3. B68 var á odda 2-0, tá ið 10 minuttir vóru farnir, og talan tóktist vera um avgreiðsluspurning. Men so skoraði U-19 landsliðsspælarin Øssur Dalbúð tvær ferðir, og hóast B68 legði seg framum aftur við tveimum málum fyri steðgin, so var spenningur í alla tíðina. Sonni L. Petersen minkaði um munin til 4-3, tá ið tað restaði eitt korter, og síðstu løtuna var fleiri ferðir um reppið, at NSÍ javnaði.

Leingi hevur FSV04 verið greiður favorittur at vinna seinna uppflytingar plássið. Men nú er munurin aftur til ÍF tódnaður til tvey stig. Burtur úr trimum teimum seinastu umførunum hevur FSV04 bara fingið fýra stig, meðan ÍF hevur fingið fulla úrtøku.

Elvan Taser og Amin Fallah eru farnir úr Fuglafirði. Elvan Taser hevur verið vandamikil málskjútti, og tað verður sjálvandi saknur í honum. Hann skoraði tvær ferðir í 3-0 sigrinum á B36 í Gundadali, og hann skoraði annað málið í 2-0 heimasigrinum á KÍ.

FSV04 hevur fingið Súna Fríða Barbá, og hann skoraði annað málið, tá ið LÍF vitjaði á Valloyrini. Jovan Panic, sum skoraði seinna málið, stóð fyri upplegginum.

Tá ið FSV04 vitjaði á Sevmýri bar einki til. Heimaliðið vann 2-0 við málum, sum Dan Mortensen og innskifti Einar Petersen skoraðu. Hóast TB er 15 stig frá uppflytingar plássinum, so siga teir á Tvøroyri seg ikki hava mist mótið um, at tað skal eydnast at flyta upp. Nú er Krzystof Popczynski vorðin venjari á Sevmýri. Teir hava fingið ein nýggjan útlendskan spælara, og Krzystof hevur á næstbesta HB liðnum víst, at hann er nóg væl fyri at spæla í næstbestu deildini.

Munurin fram til toppin kann tódna til 12 stig, um TB í útsettu uppgerðini ímóti HB fær fulla úrtøku. Umframt ímóti TB eigur HB útsettan dyst ímóti SÍ. Orsøkin til útsetingarnar er tann, at HB unglingarnir, sum eisini spæla í 1. deild, hava verið á venjingarlegu í Danmark.

Botnliðini B36 og KÍ hava tapt báðar sínar dystir, meðan tað framvegis hilnast lutfalsliga væl hjá NSÍ. Sørvingar, sum eiga ein dyst til góða, tykjast saman við HB at vera einastu liðini, sum botnliðini kunnu knýta sína vón um bjarging til.

Tá ið LÍF tapti í Sandavági, var møguleikin hjá leirvíkingum at flyta upp burtur. Tað gekk út yvir B36, sum fekk 7-1 lúsing í Leirvík. Innskifti Niels Pauli Justinussen gjørdi orduligan vørr, tá ið hann síðstu tíggju minuttirnar gjørdi hattrikk.