Tað eru ikki meira enn nakrar fáar vikur síðan, at Hillary Clinton, valevnið hjá Demokratunum til amerikanska forsetavalið í heyst, var klárt á odda í flest øllum veljarakanningum, harímillum fleiri veljarakanningar vístu leiðslur á yvir 10 prosentstig.
Síðstu vikurnar er leiðslan tó minkað so líðandi, og nú vísir síðsta veljarakanningin, ið Ipsos hevur gjørt fyri Reuters, at munurin nærum er horvin, og at spenningur er harvið afturkomin í eitt val, ið tykist at vera ein avgreiðsluspurningur.
Nýggja veljarakanningin vísir nevniliga, at Hillary Clinton fær 41 prosent av atkvøðunum, meðan Donald Trump fær 38 prosent. Sostatt hevur Hillary Clinton enn eina leiðslu á trý prosentstig, men tá hædd verður tikið fyri, at óvissan við kanningini er 4 prosentstig, so kann úrslitið koppa báðar vegir.
Kanningin er gjørd frá mánadag til fríggjadag, meðan Republikanararnir hava havt sína landsstevnu, har Donald Trump alment varð valdur til forsetavalevnið. Umtalan í fjølmiðlunum tykist at hava hjálpt Donald Trump, tí ein kanning gjørd av Ispos áðrenn landsstevnuna vísti, at Hillary Clinton tá lá tíggju prosent frammanfyri Donald Trump.









