Spenningur í 1.deild

Trý umfør í liðkappingini í Bridge vórðu leikt í Bridgehúsinum í Havn um vikuskiftið

Bridge

Í 1.deild er spenningurin stórur. Liðið hjá Boga Simonsen, ið undan dystinum móti Allan Dal- Christiansen, greitt lá á odda, snávaði í toppdystinum móti júst Allan. Vælleikandi liðið hjá Allan vann sannførandi 21-9.
Liðið hjá Símin Lassaberg hevði eisini eitt gott vikuskiftið, teir vunnu tveir dystir við 25 og taptu tepurt móti Boga Simonsen.

Trý lið kappast um at vinna 1.deild. Liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevur nú sama stigatal sum liðið hjá Boga Simonsen, meðan liðið hjá Símin Lassaberg liggur á triðja plássið, ikki langt aftanfyri.
Seinastu tvey umførini verða leikt í Vági 16. og 17. mars.. Tann mest spennandi dysturin verður nokk dysturin millum liðið hjá Allan og Símin, ið skulu møtast í næst seinasta umfarinum. Um liðið hjá Símin skal gera sær vónir um at vinna 1.deild er tað eitt treyt, at teir vinna móti Allan.
Liðið hjá Boga skal fyrst møta liðinum hjá Høgna Jacobsen, ið hevði eina góða byrjan upp á kappingarárið.

2.Deild
Í 2.deild hevur liðið hjá Jórun Johannesen lagt seg greitt á odda.
Liðið hjá Óla Holm, ið annars hevur ligið á odda í 2.deild, er tað einasta liðið, ið hevur møguleika at hótta Jórun. Møguleikin hjá liðinum hjá Heðin Mortensen um uppflyting glapp, tá ið teir taptu mótí Jórun um vikuskiftið.
Á liðinum hjá Jórun Johannesen eru umframt Jóruna sjálva eisini, Johannis Skaarup, Oddmar Danielsen, Einar Ellingsgaard, Henriette Svendstrup og Bjørg Róin.