Durita Holm er aktuell við spenningssøgu um antropologin Alisu, sum fer til Kolumbia at granska kynsímyndir í tarvafektaraumhvørvinum.
Í søguni sær hon eitt møguligt morð, sum hon síðani roynir at avdúka saman við tarvafektaranum Javier Cortés.
Bókin, ið ber heitið ”Offurmorðið”, er tann triðja hjá Duritu Holm, sum býr í sponsku Sierra Nevada fjøllunum saman við familju síni. Hinar báðar eita ”Ferðin um bláu gongustjørnuna” og ”Á smølum andalusiskum gøtum.”
Fyrrapartin vitjaði Durita Holm á Rás2, har hon tosaði um nýggju bókina. Til ber at hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.










