Í dag er tjóðartingsval í Sveis, og eygleiðarar bíða serliga spentir eftir, hvørja ávirkan skuldarkreppan í evrulondunum og innflytaramál fáa á úrslitið.
Fleiri vænta, at tann víðgongdi Sveisiski Tjóðarflokkurin fer at fáa eitt gott val. Flokkurin fekk 29 prosent av atkvøðunum seinast, og eygleiðarar vænta, at hann fer upp um 30 prosent hesaferð. Tjóðarflokkurin er uttast á høgravonginum í sveisiskum politikki og er ímóti at loyva ov nógvum útlendingum inn í landið, tí teir taka arbeiðspláss frá sveisarunum, sigur flokkurin.
Úrslitið av valinum í Sveis kemur einaferð í kvøld.