Spennandi val í Grønlandi

IA lá á odda, men mikudagin hevði Siumut vunnið seg framm um aftur, sambært veljarakanningunum. Men hvørja ávirkan fær dapra búskaparfrágreiðingin á valið?

Valstøðini í Grønlandi eru nú latin upp, og veljarakanningarnar benda á, at tað verður eitt spennandi val.

 

Seinastu veljarakanningarnar benda á, at tað verður eitt spennandi val. Tá val varð útskrivað, bendi nógv á, at IA fór at vinna valdið aftur, sum tey annars mistu til Aleqa Hammond og Siumut á seinasta vali fyri hálvum øðrum ári síðani. Eftir at mikið rumbul stóðst av, at Aleqa Hammond hevði nýtt almennar pengar til privat endamál, og endin var, at hon legði frá sær og skrivaðu nýval út.

 

Tó so, í gjár kom undan kavi at stjórnin hjá Siumut fer at lata eitt stórt hol eftir seg í landskassanum. Spennandi verður at síggja, hvørja ávirkan tað fer at hava á veljaran. Seinasta veljarakanningin, sum varð almannakunngjørd mikudagin, vísti at heili 15 prosent av veljarunum enn ikki høvdu tikið eina avgerð um, hvønn tey fóru at velja.

 

Rás 2 tosaði við Bjartur Nolsøe, fyrrverandi stjóra í BankNordik í Grønlandi, sum eisini búði í Grønlandi í seks ár.