Spennandi útgáva hjá Holgari

Holgar vitjaði Rásarúmið í morgun, har hann eisini sang ein sang live.

"Kanska tú svav" eitur tann seinasta, spennandi tónleikaútgávan hjá Holgari Jacobsen, sum Finnur Hansen hevur framleitt í Bloch Studio.

 

Unga sangkvinnan úr Sørvági, Tórfríð Tavsen spælir ein avgerandi leiklut á fløgunum. Tórfríð syngur sangin "Eg sá ljós", og hon syngur duett við Holgari á øðrum skeringum, og syngur eisini kór.

 

Dugnaligir tónleikarar eru á fløguni. Rógvi á Rógvu spælir á trummur, Mikael Blak spælir bass, Ólavur Olsen spælir horn og Holgar spælir eisini gittar sjálvur. Finnur Hansen spælir ymisk ljóðføri á fløguni.

 

Av teimum 12 sangunum hevur Holgar sjálvur gjørt orð til 10 sangir, og hevur gjørt lag til 11 av sangunum.

 

Undir myndini ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Holgar Jacobsen á Rás2 í morgun. Tó ber bert til at hoyra brotpartar av sangunum, sum eru av fløguni.

 

Tað ber til at hoyra og síggja Holgar syngja í Rásarúminum hjá Rás2 við at trýsta á hesa leinkjuna: http://www.youtube.com/watch?v=YgEyXTUgB7M&feature=youtu.be 

 

Holgar og Marius hava konsert í Perluni í Tórsgøtu í Havn í kvøld klokkan 21.