Komandi mikukvøld hevur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyrsta uppstillingarfundin.
Javnaðarflokkurin í Suðurstreymoy hevur í løtuni tvey umboð á tingi, Kristian Magnussen og John Johannessen. Talan kann gerast um ein spennandi lista hesaferð, tí fleiri atkvøðuslúkar kunnu væntast á listan. Umframt báðar tingmenninar kann roknast við, at bæði Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen verða á listanum. Helena fekk á seinasta vali 341 atkvøður, meðan Heðin fekk 398 atkvøður á Sambandslistanum. Gongur tað væl hjá Javnaðarflokkinum kann flokkurin fáa trý fólk vald – í øllum førum kann roknast við spennandi dysti millum høvuðsvalevnini.