Spennandi uppboðssøla í SMS

Ein øðrvísi og spennandi uppboðssøla av einum serligum málningi, verður í SMS í morgin SMS verður karmur um eitt stórt listarligt tiltak, har bæði málningalist og tónleikalist koma at verða væl umboðað á høgum stigi.

Tiltakið byrjar kl 14 í morgin.Tá eru teir báðir, ið manna Scrub Art, Ólavur S. Thorsteinson og Bárður Dal- Christiansen, í gongd við at mála málningin lidnan. Talan er um ein rættiliga stóran málning, sum verður seldur á uppboðssølu á torginum í SMS.

Meðan teir gera málningin lidnan, koma Guðrið Hansdóttir og The Ghost at syngja og spæla á pallinum. Uppboðshaldari verður kendi skemtarin og tíðindamaðurin Hilmar Jan Hansen, sum altíð dugir at seta góðan dám á.

Bæði fyritøkur og einstaklingar kunnu ogna sær henda serliga málningin, við at bjóða í minsta lagi 10.000 kr, sum er minsta boð á uppboðssøluni.

Peningurin, ið kemur inn fer til Barnabata.