Tríggir dystir verða leiktir í SMS-deildini í dag:
VÍF - StÍF klokkan 14.00 í Høllini í Vestmanna
Neistin - H71 klokkan 14.00 í Høllini á Hálsi (Beinleiðis á FM1)
Stjørnan - VB klokkan 15.00 í KÍ-Høllini.
VÍF liggur á fremsta plássi í SMS-deildini við betri málmuni enn H71, ið hevði ein sera ringan dag ímóti Kyndli seinasta sunnudag, har hoyvíkskvinnur máttu brúka 17 minuttir at skjóta fyrsta málið í einum dysti, ið Kyndil at enda vann 18-14.
VÍF er í dag rættiliga stórur favorittur ímóti StÍF í Vestmanna. Fyri júst einum mánaða síðani spældu liðini á Skála, har VÍF vann við 20 málum, men StÍF hevur síðani tá fingið Haruku Gima spælda inn á liðið saman við Yuiku Kuritmoto, og spurningurin er um triði japanski leikarin, Mao Otani, fær sín fyrsta dyst í dag.
VÍF má ansa sær, men eigur kortini ikki at koma í trupulleikar á heimavølli. Í staðin munnu vestmenningar vóna at Neistin fer at arga H71, ið vísti stórar veikleikar í álopinum seinasta sunnudag.
Neistaverjan hevur staðið sterk saman við Maju Dragobujlovic í álopinum, og fæst glið á álopið, kann Neistin spæla seg inn í oddastríðið í dag.
Klokkan 15.00 ætlar Stjørnan sær eisini at gera seg galdandi í stríðnum um fjórða plássinum, og klaksvíkingar munnu vóna at H71 vinnur á Neistanum, og at Stjørnan greiðir sína skyldu ímóti VB. Tá ið Stjørnan og VB dystaðust í Vági fyri tveimum vikum síðani vann Stjørnan við fimm málum.
Hoyr hvat Birgir Hansen metti um umfarið í hondbóltsprátinum í gjár við at trýsta HER
Støðan í SMS-deildini undan umfarinum í dag (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 6 | 173 | 132 | 41 | 10 |
2 | H71 | 6 | 166 | 137 | 29 | 10 |
3 | Kyndil | 6 | 152 | 107 | 45 | 8 |
4 | Neistin | 6 | 148 | 136 | 12 | 6 |
5 | Stjørnan | 6 | 139 | 160 | -21 | 4 |
6 | StÍF | 6 | 134 | 184 | -50 | 4 |
7 | VB | 6 | 127 | 183 | -56 | 0 |