Spennandi tiltak Við Brúnna leygardagin

Seinnu árini hava verið nógv tónleikatiltøk og festivalar í Føroyum um summarið, og í ár eru enn fleiri á skránni. Eitt av teimum nýggju tiltøkunum er Við Brúnna, ið verður á Oyrabakka leygardagin.

- Lokalfólkið í Sundalagnum hevur í fleiri ár tosað um at skipa fyri einum tónleikatiltaki, og í januar í ár var av álvara tikið stig til at skipa fyri tiltakinum Við Brúnna, sigur Hans Olivur Joensen, ið er samskipari og stigtakari til tiltaki.

Hóast tað eru nógv onnur tónleikatiltøk um summarið í Føroyum var hildið, at tað manglaði okkurt í Sundalagnum. Tað búgva yvir 3000 fólk ímillum Kollafjørð og Eiði, og í mong ár, áðrenn Kollafjørður gjørdist ein partur av Tórshavnar kommunu, var skúlin á Oyrabakka eitt savningsstað fyri bygdirnar. Tí hava allar bygdirnar eitt tætt tilknýti hvør til aðra, og eina felags søgu, ið ger, at tað var grundarlag at skipa fyri einum savnandi tiltaki, við góðari undirtøku frá fólkið og feløgunum í lokaløkinum.

- Havnin hevur havt sítt, Eysturoyggin sítt, og Klaksvík sítt, men einki tiltaki hevur verið, ið savnaði allar bygdirnar í Sundalagnum á einum stað, og tí valdu vit at fara undir hetta, sigur Hans Olivur, og leggur afturat, at tiltaki er fyri allar Føroyar, og ikki bert fólk í Sundalagnum.

Tað ið fyrireikararnar meta er serligt við júst hesum tónleikatiltaki er, at tað er ikki bert fyri børn og ung, men eisini eldri fólk. Eitt nú kann nevnast at um miðnátt, tá teir meira rokkaligu bólkarnar fara á pallin, verður harmonikudansur í høllini fyri tey ið ikki tíma alt ov harðan tónleik, og eisini verður møguligt at sita í tjaldinum og hugna sær eitt sindur vekk frá tónleikinum.

- Vit hava nøkur lokal nøvn frá gomlu Sunda kommunu sum Bacon og Av og á. ið ikki hava spælt saman síðan 80'ini, so tey verða spennandi at hoyra. Vit hava eisini nógv onnur góð og kend nøvn, so har er okkurt fyri øll, sigur Hans Olivur.

Ímillum tey kendu nøvnini er Guðrið Hansdóttir, og hetta er ein av teimum heilt fáu konsertunum hjá henni í ár, har hon framførir sum einstaklingur, og ikki ein partur av bólkinum Byrta.

Eisini eru onnur meira ókend nøvn í Føroyum, sum Edith Dahl Jacobsen, ið hevur lisið tónleik í Liverpool og eisini gjørt nógv um seg í útheiminum við m.a. hennara høvuðsleikluti í sangleikinum Fame.

- vit hava tilvitað valt bert at hava føroysk tónleikanøvn við, tí vit halda tað er so sera nógv góð nøvn at velja í, sigur Hans Olivur, ið leggur afturat at hann vónar at undirtøkan verður góð.